Úr tunnilsmunnanum omanfyri Norðtoftir og til Depils vóru áirnar ógvusligar at síggja ídag, og Landsverk heitir á fólk um ikki at koyra meira enn neyðugt á strekkinum.
Sera nógv regn hevur verið norðanfyri seinastu dagarnar, og ídag hava áirnar verið rættuliga stórar og eisini er onkur á lopin og farin yvir áarbakkan.
Í Depli og suður ímóti tunnislmunnanum er stórur vandi fyri áarlopi og tí er ikki vandaleyst at koyra eftir strekkinum.
Eisini ímillum tunnilsmunnarnar í Árnafirði eru áirnar stórar.
Á Norðtoftum hevur økið hjá smoltstøðini ligið undir í vatni seinnapartin. Nógva vatnið í áunum hevur gjørt, at Hvannasund er mórreytt av áarfloyminum.




