Nú svartkjafturin ferðast í føroyskum sjógvi, sæst á AIS Ship Tracker hvussu stórur skipaskarðin er, sum fylgir svartkjaftinum.
Um 50 skip eru í hesum døgum í føroyskum sjógvi og fiska svartkjaft. Ímeðan bert fáir føroysk skip eru ímillum, so er nógv tann størsti parturin skip úr øðrum londum, og kønir menn siga, at tá fiskaríið í føroyskum sjógvi er uppá tað villasta, kunnu skipini koma upp í 50.000 tons tilsamans ein dag, ella 50 ferðirnar uppí gamla Christian í Grótinum, ella 250 ferðirnar uppí ein línubát ein góðan dag.
Tað er tí ein spurningur um føroyingar ikki áttu at sett avmarkingar av sínum eintingum, í hvussu so er soleiðis, at ein størri partur av veiðuni fall í okkara egna lut.
Trýst á myndina og tú sært hvar partar av stóra svartkjafta flotanum var umleið kl. 13:30 í dag. (fleiri av skipunum síggjast ikki í skipanini)




