Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ógvusligur uppgangur í gjár

Oliver Joensen

 Ógvuliga nógvur uppgangur var á Borðoyavík í gjárkvøldið. Sigmar Høgnesen á Norðoyri sigur, at uppgangurin har var sum sjálvdan, brotini vóru ógvuslig og sjógvurin stóð langt upp um pelan á Oyrakai.

Gamla kaiin frá seinast í 40unum slapp ikki undan. Fyri kortum er kloakavrensl lagt oman í gomlu kaiina og arbeiðið har við at stoypa aftur var ikki liðugtgjørt. Brimið fór tí avstað við stórum parti av dekkinum. Skaðin er tó ikki størri enn so, at dekkið lættliga gerst aftur. Nýggjara kaiin er tann sunnara, hon tók ímóti tí mesta, men hon hevur ongan skaða fingið. Hendan var gjørd í 1976.