Eitt óhapp við einum frystiskápi á Tavuni í Leirvík var orsøk til at fýra arbeiðisfólk endaðu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Av politistøðini í Klaksvík verður sagt, at tað sum hendi í Leirvík var, at ein slanga brast í frystiskápinum, og tveir mans, sum arbeiddu við skápinum fingu ammoniak á seg og mátu flytast á KL. Sjúkrahús til viðgerðar. Tvey onnur fólk, ið arbeiddu har í nánd høvdu andað so mikið niðurí seg, at tey eisini vóru innløgd.




