Í morgun er tyrlan frá Atlantic Helecopters á veg ímóti Atlantic Navigator eftir eini kvinnu, sum hevur fingið skaða umborð.
MRCC støðin sigur, at teir í gjáramorgunin umleið klokkan 8 fingu boð um, at ein av manningini umborð á Atlantic Navigator hevði fingið skaða.
Avrátt varð, at skipið skuldi sigla ímóti føroyskum sjóvøki og síðani sendir MRCC støðin helekoptara út ímóti skipinum.
MRCC støðin sigur ímorgun at teir rokna við, at tyrlan er hjá Atlantic Navigator, einar 140 fjórðingar suður úr Føroyum kl. 9 í morgun og at skadda gentan kann vera á landssjúkrahúsinum um 10.30 tíðina
Sum skilst, so hevur gentan brotið lærbeinið og hevur ilt í rygginum.
MRCC støðin sigur, at familjan hjá gentuni er kunna um óhappið.




