Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ójavnar nytrur úr sama fiski

Havstovan – www.hav.fo

Nytrurnar á sama fiski eru vanliga júst líka stórar, men á fyrru yvirlitstroling hjá Magnusi Heinasyni var ein upsi, har nytrurnar vóru sera ymiskar til støddar.

Fiskur hevur tvær nytrur – síggja út sum smáir, hvítir steinar – í høvdinum. Nytrurnar verða nýttar til at hoyra við og at halda javnvágini við. 

Nytrurnar á sama fiski eru vanliga júst líka stórar, men á fyrru yvirlitstroling hjá Magnusi Heinasyni var ein upsi, har nytrurnar vóru sera ymiskar til støddar. Vakstrarringar eru at síggja í nytrunum, og, hóast ymiskar til støddar, góvu tær sama aldur á fiskinum. Ikki er greitt, hví nytrurnar á hesum upsanum vóru so ójavnar til støddar. Upsin sá annars vanligur út og tóktist ikki at hava nakað mein av hesum.