Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ójavnin millum kommunurnar økist í stórum

John William Joensen

Búskaparráðið skrivar í nýggjastu frágreiðingin at Tórshavnar kommuna hevur onki upplýst um ætlaðar íløgur í Tórshavnar Havn; orsøkin til hetta er at “hesar íløguætlanir ikki hava fingið fulla politiskaviðgerð”. Sambært Búskaparráðnum fremur Tórshavnar Havn í ár (2015) íløgur fyri 60 mió. Kr. ella umleið tað sama sum samlaði løgu karmurin hjá Klaksvíkar- og Runavíkar Kommunu.

Búskaparráðið skrivar í nýggjastu frágreiðingin at Tórshavnar kommuna hevur onki upplýst um ætlaðar íløgur í Tórshavnar Havn; orsøkin til hetta er at “hesar íløguætlanir ikki hava fingið fulla politiskaviðgerð”. Sambært Búskaparráðnum fremur Tórshavnar Havn í ár (2015) íløgur fyri 60 mió. Kr. ella umleið tað sama sum samlaði løgu karmurin hjá Klaksvíkar- og Runavíkar Kommunu.

Búskaparráðið nemur lítið við ójavnaðin millum kommunurnar hóast tølini eru sera ymisk frá kommunu til kommunu. Sverri Hansen, formaður í búskaparráðnum sigur í stuttari viðmerking at ráðið hevði ikki orku til at útgreina hendan spurningin hesuferð.

…..Kommunurnar eru sera ymiskar kommunur  í vakstrar økjum í landinum hava sjálvsagt nógv størri íløgumøguleikar enn útjaðarakommunur. Tað framgongur at ætlaðu kommunalu íløgurnar fram til 2024 eru nøkurlunda javnt stórar øll árini.

Tórshavnar kommuna hevur onki upplýst um ætlaðar íløgur í Tórshavnar Havn; orsøkin til hetta er athesar íløguætlanir ikki hava fingið fulla politiska viðgerð, og tí ongin endalig støðaenn er tikin. Verða hesar íløgur í Tórshavnar Havn gjørdar, fer hetta sjálvsagt at broyta tølini í talvu II 1 rættuliga nógv; Tórshavnar Havn er annars í stóran mun sjálvfíggjandi, tá tað snýr seg um íløgur…..

Sambært fíggjarætlanunum fyri 2015 hjá kommunum, sum Búskaparráðið hevur hugt í stendur Tórshavnar Kommuna fyri næstan 60% av samlaðu almennu íløgunum hjá føroysku kommunum. Hetta hóast einans 40% av íbúgvunum í landinum búgva í Tórshavnar Kommunu.

Tølini fyri Tórshavnar Havn

Búskaparráðið bað kommunurnar meta um íløgurnar fram til 2024 men størsta kommunan í landinum bar seg undan at upplýsa íløguætlanina fyri Tórshavnar Havn, tí hesar vóru ikki politiskt liðugt viðgjørdar, men íløgan sum ætlanin er at gera í nýggju góðshavnina fer vantandi at kosta millum 450 og 800 mió. kr. eftir tí sum hevur verið nevnt alment.

Nevnast kann at inntøkurnar hjá Tórshavnar Havn verða m.a. brúktar til at nýtt Sjóvinnuhús fyri 100 mió. kr. sum sambært borgarstjóranum fyri størstan partin skal brúkast til umsitingarlig skrivstovuhølir hjá Tórshavnar Kommunu.

Sí talvu niðanfyri (viðheft)