Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ókeypis at koyra í dag

Jóhann Lützen

Á tunnilsdegnum hesaferð er hópin hjá fólki at uppliva. Komið ein túr til Klaksvíkar og njótið møguleikarnar

Í KÍ høllini byrja vældámdu luksusloppurnar kl. 11 og á biskupstorgi eru allir handlarnir klárir at taka ímóti kundunum nú kl. 10. Fyrsti tunnilsdagurin í Torginum hevur sjálvandi nógv spennandi á skránni.

  • Maria Mørkøre kemur at vísa sína list fram.
  • Sóljan glaslist verður at finna í Torginum kl. 10.
  • Jóhanna Maria verður at finna í Torginum kl. 12.
  • Rógvi B. Dam kemur at framføra kl. 13. Tiltakið hóskar seg væl til børn og barnsligar sálir.
  • Hallur Joensen og vinmenn framføra kl. 17.

Allir handlarnir í Klaksvíkar handilsfelag hava eisini spent seg út við nýggjari vøru og góðum tilboðum

Og um tú er til tað politiska, so fundast sambandsfólk allan dag í Klaksvík. Tey halda til í gomlu Fina-støðini við Stangavegin har landsfundur Sambandsfloksins byrjaði við morgunmati kl. 08.30.