Teir fyrstu mánaðirnar í árinum eru hásesong fyri likamsvenjing, men av tí at tað kann verða trupult at taka endaligu avgerðina um at fara avstað, hevur ÍÐKA valt at hava ókeypis opið fríggjadagin og leygardagin og harvið gera tað lættari hjá fólki at koma avstað.
Komandi fríggjadag og leygardag letur ÍÐKA hurðarnar upp fyri teimum, sum enn ikki hava roynt at venja í teimum nútímans fittness hølunum norðuri á Stangavegnum. Í hesum sambandi er tað ókeypis at venja. Øll eru eisini vælkomin inná gólvið fyri at hoyra nærri um venjingarmøguleikar í ÍÐKA.
ÍÐKA, við Jógvan Jóhannesen á odda, byrjaði fittness virksemi fyrst í mai í fjør. Hann sigur, at klaksvíkingar og norðoyingar hava tikið væl ímóti nýggju venjingarmøguleikunum. Fleiri ítróttarfelag m.a. Treysti og KÍ brúka hølini til teirra ítróttarfólk. Eisini hava fyritøkur í býnum gjørt avtalu við ÍÐKA, um at teirra starvsfólk kunnu venja í ÍÐKA. Sjálvt um áhugin hevur verið á góðari leið, so eru enn eru fleiri, sum hava víst áhuga í at fara í gongd við venjing, sum ikki hava fingið hetta í lag. Tí er tað, at hann hevur avgjørt at geva hesum møguleika at royna hølini og teir møguleikar, sum har eru, ókeypis í vikuskiftinum.
Vegleiða og kunna
Fyri stuttum broytti ÍÐKA upp- og afturlatingartíðirnar og lækkaði í sama viðfangi prísirnar. Hetta varð gjørt í samsvari við tær mongu royndirnar, sum ÍÐKA hevur gjørt sær síðani latið var upp.
Fríggjadagin og leygardagin verða fleiri roynd fólk, sum taka ímóti nýggju andlitinum. Hjálparfólk fara at vegleiða og geva kunning um venjingarmøguleikarnar, sum eri í vælútgjørda fitness sentrinum.
Tað er ikki eitt krav, at tey sum koma hava venjingarklæði við. Um tú bert hevur hug at hyggja nærri at viðurskiftunum og spyrja spurningar, so ert tú vælkomin til tað, sigur Jógvan. Hann sigur víðari, at hann fleiri ferðir hevur hoyrt, at fólk, sum eru komin fyri fyrstu ferð, siga, at tey eru sera glað fyri at tey endiliga hava tikið seg saman og komi í venjingarhølini. Eisini av hesi orsøk hevur ÍÐKA ókeypis opið fríggjadagin og leygardagin.
Nógvir møguleikar
Møguleikarnir fyri venjing eru sera fjølbroyttir í hølunum hjá ÍÐKA. Eitt nú er vert at nevna tey trý nútímans rennibondini, sum bæði ung og eldri kunnu nýta. Traðkimaksinur, súklur, rógvimaskinur og amboð til styrkisvenjing eru sjálvandi eisini millum tólini í ÍÐKA.
Jógvan sigur, at hann vónar, at síggja nógv fólk í ÍÐKA nú um vikuskifti, sum hava hug at venja ella um hava spurningar og annað í hesum sambandi. Hann bjóðar øllum vælkomin í ÍÐKA fríggjadagin og leygardagin.




