Fríggjadagin frá kl. 09.00 til kl. 15.00 verður ókeypis barnatiltak í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tiltakið er ætlað øllum børnum í aldrinum 0-7 og tey sum ganga í 1. og 2. flokki.
Nú allir barnagarðar í býnum hava felags ráðleggingardag fríggjadagin, skipar Norðlýsið fyri barnatiltaki í Badmintonhøllini.
Umframt at møguleiki verður fyri at spæla í hoppilandinum, so fer Rógvi B. Dam eisini at undirhalda. Rógvi er kendur undir heitinum “Rógvi og Drekin”. Hann hevur verið eyðsýndur í sjónvarpshøpi og eisini á palli.
Eisini fer BUBU á pall, við øllum teimum kendu sangunum og undirhaldið.
Dagurin byrjar kl. 09.00 og endar kl. 15.00. Tað verður møguligt at keypa sær kaffi og okkurt afturvið, so foreldrini kunnu njóta løtuna í høllin, meðan børnini njóta spælilandið.
Allir barnagarðar í býnum hava felags ráðleggingardag fríggjadagin og í tí sambandi hava stovnarnir hjá kommununi stongt. Evnið á ráðleggingardegnum er “spæl og uppgávan hjá starvsfólkunum”, og er tað ein liður í einari menningarætlan, har arbeitt hevur verið miðvíst við at stimbra hugin hjá børnum til spæl og rørslu.
Endmálið við barnatiltakinum fríggjadagin er, at geva børnum og foreldrum møguleika at møtast til ein stuttligan felagsdag.



