Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ókeypis Bilastevna í Klaksvík

John William Joensen

Hetta vikuskifti verður Kí-høllin rammin um eina stóra bilastevna, og sum nakað nýtt, so er tað ókeypis hjá vitjandi at koma inn.

Áhugin hjá bilsølunum at koma norður, hevur altíð verið stórur, og tað er hann eisini hesaferð. Høllin verður full av bilum, umframt at fleiri bilar koma at standa uttanfyri. 
Øll tey kendastu merkini verða umboðaði, og síggja bilsølurnar fram til at heilsa uppá so nógvar norðoyingar sum gjørligt. Bilsølurnar sum verða við hesaferð eru: Ivan Johansen, Berg Motors, Reyni Service, Norðbil og Nordcar. Tá undirsjóðartunnilin kom, trúði mangur, at bilastevnur fóru at detta niðurfyri, men frá bilasølunum frætta vit, at hetta er ein upplagdur máta at koma nærri sínum kundum. 

Tað er eisini altíð hugnaligt og gevandi at fáa eitt bilprát yvir ein kaffimunn. Bilastevnan er opin báðar dagarnir frá kl. 15.00 til 21.00.