Heilsutrygd boðar nú frá, at fólk 67 ár og eldri ókeypis kunnu lata seg koppseta móti vetrarbeinkrím (influensa). Hesin møguleiki byggir á kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2006 við seinni broytingum.
Heilsutrygd boðar nú frá, at fólk 67 ár og eldri ókeypis kunnu lata seg koppseta móti vetrarbeinkrím (influensa). Hesin møguleiki byggir á kunngerð nr. 7 frá 6. februar 2006 við seinni broytingum.
Set teg í samband við egnan kommunulækna og avtala tíð fyri koppsetingini.
Koppseting verjir tey flestu
Koppsetingin fyri beinkrím verjir tey flestu, men ikki øll. Tað ber til at fáa beinkrím, hóast tú ert koppsett/ur, men sjúkugongdin verður oftast mildari.
Góð ráð
Beinkrím smittar gjøgnum smáar dropar frá hosta, njósa og tílíkum. Sjúkan spjaðir seg, um tú andar inn droparnar og síðan nemur við eygu, nøs ella munn.
· Vaska hendurnar gjølla.
· Verð heima, um tú ert sjúk/ur – til tú hevur verið feburfrí/ur í eitt samdøgur.
Heilsutrygd




