Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ókeypis læknahjálp gerst søga

Nevndin í Sosialistisk Ung

Talið av føroyingum í fátækraváða er hækkaðstøðugt seinastu árini, og nýggjastu tølini eru, at 10% av øllum føroyingum eruí fátækraváða! Ein skomm fyri teir politikarar, ið sita fyri valdið, men lattað fara fyri fyrst.

Tann veruliga skommin byrjar, tá tað gersteitt krav, at fólk, ið hava goldið skatt alt sítt lív, skulu rinda úr egnumlumma fyri at verða viðgjørd fyri sína sjúku. Tað seinasta dømið er, at vithava ein giktalækna í Føroyum við veldigari arbeiðsbyrðu. Tað eru 1500føroyingar, ið liva við gikt. Helst kenna vit øll onkran, ið hevur gikt, og tí kunnuvit helst øll taka undir við, at gikt er eingin dansur á rósum. Lívsgóðskan hjátí sjúka fer í botn.

Nú frættist, at serlæknin hevur sagt seg úrstarvi, tí at arbeiðsumstøðurnar eru ov vánaligar. Tað er neyvan neyðugt viðeini kanning fyri at staðfesta, at ein einsamallur lækni fær ikki bjóðanøktandi viðgerð til 1500 sjúklingar. Hetta ber snøgt sagt ikki til – tað ereitt ómenniskjaligt krav. Av tí sama eru nógvir føroyingar við giktasjúku, iðrinda úr egnum lumma fyri privata viðtalu, so tey kunnu fáa ein linna uttan atskula bíða í mánaðir og ár eftir at sleppa fram at hjá almenna serlæknanum.

Er hetta tað, vit reypa av? Okkara prúðavælferðarsamfelag, ið hevur ráð at lata einum múgvandi minnilutamilliardavirðir, meðan ein stórur partur av fólkinum gongur við varandi pínu?Hetta fær loyvi at henda av einari orsøk: Politiski viljin til at tæna vinum ogkenningum verður raðfestur hægri enn góð viðgerð í góðari tíð!

Ein kann spyrja, um Heilsumálaráðið hevuravgjørt, at bíðilistarnir skulu leingjast, so at fólk sjálvi skulu keypa særheilsutrygging – eins og í USA – í staðin fyri at seta sítt álit á tær almennuheilsutænasturnar. Er hetta alt ein liður í eini langtíðarætlan at avtakaalmennu heilsutænasturnar, ella fyriliggur nøkur langtíðarætlan yvirhøvur?

Tað eru mong í samfelagnum, ið ikki hava ráðat rinda fyri privata viðgerð. Við eitt sindur av rokning ber til at staðfesta,at tað eru 150 føroyingar við gikt, ið eru í fátækraváða. Ein long sjúkulegakann fyri hesi fólkini gerast ein dómur fyri lívið, steinur omaná byrðu. Tátaka vit eitt stórt stig burtur frá hugsjónini um, at øll hava rætt til eittvirðiligt lív.

Íblástur til broyting fæst, um vit hyggja tilSvøríkis. Svenski forsætisráðharrin Stefan Löfven tók seinasta fríggjadag eittstórt stig tann rætta vegin, tá hann í samrøðu við UgebrevetA4 segði soleiðis:

– Densvenske regering vil tage skridt til at udvikle styringen af den offentligesektor i en retning, som indebærer, at professionernes kunnen og faglige etikbliver mere vejledende end i dag. Med andre ord skal sygeplejersken, læreren ogsosuen generobre den offentlige sektor fra regnedrengene. … Ingen skal tjene penge på at sænke kvaliteteni den offentlige sektor.

Vit íSosialistisk Ung ganga inn fyri einum samfelag, har heilsuverkið ikki ger mun áfólki vegna inntøku, men er fyri allar føroyingar. Vit trúgva uppá, at øll havarætt til eitt gott lív – vit hava øll verið við til at goldið fyri tænasturnargjøgnum eitt langt arbeiðslív. Latið okkum lyfta í felag, so lætnar byrðan soómetaliga nógv fyri tey, ið ikki orka so væl!