Skráin fevnir fyri tað mesta um kendar operaariur av eitt nú Mozart, Verdi og Wagner.
Ókeypis operakonsert í Vestmanna Kirkju sunnudagin.
Í morgin, sunnudagin 21. januar kl.19.00, verður stórfingin konsert við operasangarunum Rúna og Susanne Brattaberg í Vestmanna kirkju. Jóhannes Andreassen, sum øll kenna frá tónleikalívinum situr við klaverið og Vestmanna kirkjukór luttekur eisini.
Skráin umfatar fyri tað mesta kendar operaariur av m.a. Mozart,Verdi og Wagner.
Susanne, er útbúgving í Amsterdam og hevur sungið fleiri kendar operaariur. Mangur føroyskur kórsangari hevur notið gott av vælumtøktum skeiðum, hon hevur havt um landið seinnu árini, og seinastu vikuna hevur hon hildið skeið fyri Vestmanna Kirkjukórið. Susanne hevur ein ógvuliga klárar rødd, og dugur serstakliga væl at læra frá sær. Hon hveur hollan kunnleika um tónleik, og serstakliga dunaliga til undir- vísing og pedagogikk.
Rúni er basssangari og hevur fingið stóran part av útbúgving síni á Sibelius Akademiinum í Helsinki. Rúni hevur ein flotta operarødd og tað eru boð eftir honum allastaðni í Evropa. Rúni hevur saman við Súsonnu, undirvíst Vestmanna kirkjukóri.
Ókeypis konsert:
Tey baði fara saman við Jóhannes Andreasen, at seta dám á í Vestmanna Kirkju kl. 19 Sunnudagin, har tað er ókeypis konsert




