Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Økistónar fara av bakkastokki

Jóhann Lützen

1. oktobur fer nýggja stuðulsskipanin fyri konsertfyriskiparar, Økistónar, av bakkastokki og tískil bjóða Tónleikasamband Føroya og Eiðis kommuna inn til eitt tiltak í Kolshøll, Týsdag 18.Juni kl.19.30, har greitt verður frá hvussu Økistónar er skrúvað saman, hvør kann nýta grunnin, hvussu søkt verður, osfr.

 

 

Tiltakið er ætlað øllum, miðlum, teimum sum eru áhuga í at skipa fyri konsertum og fólki annars, sum eru áhuga í tónleiki og mentan kring alt landið.

Eisini verður fyrsta Økistónar konsertin framførd við Guðrið Hansdóttir og bólki.

Kolshøll bjóðar drekkamunn í pausuni.