Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Okkara eldru eru í sera góðum hondum

Nordlysid

– Eftir at hava vitjað á fleiri av deildunum og stovnunum, ið taka sær av okkara eldru borgarum, er mín niðurstøða heilt greitt, at tey eru í sera góðum og kønum hondum – tað er ómetaliga nógv gott at byggja víðari á innan eldraøkið í Norðoyggjum, sigur Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd.

– Eftir at hava vitjað á fleiri av deildunum og stovnunum, sum taka sær av okkara eldru borgarum, er mín niðurstøða heilt greitt, at tey eru í sera góðum og kønum hondum – tað er ómetaliga nógv gott at byggja víðari á innan eldraøkið í Norðoyggjum, sigur Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd.

 

Sum nýggjur formaður í Sosialu Nevnd hjá Klaksvíkar Býráð hevur Jóhann Lützen hesa fyrstu tíðina lagt seg eftir at vitja deildir og stovnar, sum virka innan málsøkini hjá nevndini – herundir eisini á eldraøkinum.

 

– Hesar vitjanir hava so dyggiliga váttað fyri mær, at vit hava ein hóp av sera dugnaligum og eisini nýhugsandi starvsfólkum og leiðarum innan eldraøkið í Norðoyggjum, har tað verður tikið sera væl hond um tey eldru og teirra tørvir, ið eru so sera ymiskir.

 

– Eitt annað, sum eg havi fingið staðfest, er, at verandi bygnaður, har landið hevur alla ábyrgd av rakstri og innihaldi, ikki er nøktandi. Bæði bygnaðarliga og geografiskt er frástøðan ov long frá teimum, sum dagliga leiða og virka innan eldraøkið her í Norðoyggjum, og so avgerðartakararnar og játtandi og avgerandi myndugleikan í høvuðsstaðnum.

 

– Tað er tí hugaligt at frætta úr Tinganesi og Løgtinginum, at landspolitikararnir eru áhugaðir í at kommunurnar fáa fulla ábyrgd av eldraøkinum, tí harvið fara allar avgerðir at flyta til lokalsamfelagið og harvið nærri borgaranum og teimum, ið starvast innan eldraøkið, soleiðis at báðir partar fáa størri ávirkan, eins og møguleikarnir fyri nýhugsan gerast størri.

 

– Væl vita vit øll, at eldraøkið er ein vaksandi samfelagsuppgáva, sum fer at krevja nógv av tí myndugleika, sum fær ábyrgdina av henni – og tí verður hetta ein stór og spennandi avbjóðing hjá kommununum – men tann fakligi førleikin, eldhugin og viljin til nýhugsan, sum eg á mínum vitjanum higartil havi sæð, gevur grundarlag fyri bjartskygni.

 

– Okkara eldru eru veruliga í sera góðum og kønum hondum, sigur Jóhann Lützen.

 

Økisleiðari fyri Norðoyggjar er Elsba Lützen.