– Heimið við Vágna prógvar, at kommunan hevur ein sterkan vilja at taka sær av okkara eldru, og tað hava tey sanniliga uppiborið, segði ein avgjørdur Jóhann Lützen, tá ið hann avdúkaði navnið á nýggja røktarheiminum í Klaksvík.
– Heimið við Vágna prógvar, atkommunan hevur ein sterkan vilja at taka sær av okkara eldru, og tað hava teysanniliga uppiborið, segði ein avgjørdur Jóhann Lützen, tá ið hann avdúkaði navniðá nýggja røktarheiminum í Klaksvík.
Vit endurgeva her røðuna, sumJóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd, helt á samkomu í nýggja røktarheiminumfríggjamorgunin, har Lydia Petersen og Signy Jacobsen vórðu kosnir sum vinnarar,og navnið: “Heimið við Vágna” varð avdúkað.
Nøvn hava týdning
Tað er mær ein gleði sum formaður í Sosialu Nevnd KlaksvíkarBýráðs at fáa hetta høvið at avdúka navnið á hesum spildurnýggja og snøggarøktarheiminum í Klaksvík.
Nú nærkast av álvara, og tí er tørvur á, at tey, sum varða avhesum heimi, fáa eitt navn at brúka. Um fáar vikur og dagar fara tey fyrstustarvsfólkini at byrja her, og búfólk fara eisini at byrja at flyta inn.
Í søguni hjá mannaættini hava nøvn altíð havt sítt serliga plássog týdning, og í fleiri førum liggja serligar merkingar í nøvnunum.
Tí er tað ein góður siður, at vit her á klettunum gera okkum ómakvið navngeving til nýggj pláss og bygningar.
Ikki minst er hetta galdandi, tá ið tað snýr seg um eitt heim sumhetta, tí her fara nógv ymisk fólk at hava sín dagligdag – ja, hetta verðurteirra nýggja heim.
Vit vilja taka hond um okkara eldru
Áðrenn vit fara víðari við avdúkingini av nýggja navninum, vil egsum formaður í Sosialu Nevnd Klaksvíkar Býráðs nýta høvið at hugleiða heiltstutt um eldraøkið og aktuellu støðuna.
Hetta røktarheim kostar 55,7 mió. kr., harav kommunan hevur boriðknappar 40 mió. kr., meðan landið hevur stuðlað við 16,8 mió. kr.
Hetta prógvar, at kommunan hevur ein sterkan vilja at taka sær avokkara eldru. Hesi fólk eru tey, sum hava slóðað vegin fyri okkum, og sum havament og bygt hetta góða samfelag til tað, sum tað er í dag.
Tey hava sanniliga uppiborið, at vit, sum verða vald at takaavgerðir fyri samfelagið, geva teimum eldru virðilig og sømilig kor.
Tað er hetta nýggja heimið í Klaksvík eitt gott dømi um – og sumbýráðspolitikari og sosialnevndarformaður vil eg siga, at tað er eingin sumhelst ivi um, at fyri tey eldru og teirra avvarðandi verður tað munandi lættaridagligdagur, eftir at kommunurnar hva fingið fulla ábyrgd av eldraøkinum.
Góðar royndir av kommununum
Hesum leisti hava vit góðar royndir av, bæði á barnaansingarøkinumog barnaverndarøkinum.
Leisturin er greiður og tryggur:
· har løgtingið verður yvirskipaðalóggávuvaldið,
· har landsstýrið fer at havaeftirlit við økinum,
· og har kommunurnar fáa fullaútinnandi ábyrgd.
Kommunan sá stóra tørvin
Tað var á vári í 2009, at Klaksvíkar Býráð samtykti at søkjalandið um stuðul til bygging av nýggjum røktarheimi.
Hetta varð gjørt, ásannandi tann stóra tørvin, sum tá var ogframvegis er á eldraøkinum í Norðoyggjum.
Hetta er fyrsta almenna handling, sum fer fram í hesum nýggja bygningi,so hetta er ein søgulig løta – og um nakrar fáar vikur verður almenna móttøkan,har heimið verður latið upp og sýnt fram fyri almenninginum, samstundis sumkommunan tá fer at handa heimið til Almannaverk at reka.
Vitandi fólk í navnanevndini
Í vár varð samtykt at hava eina almenna kapping um navn til nýggjarøktarheimið og at seta eina navnanevnd at taka avgerð út frá innkomnuuppskotunum.
Fyri meg hevur tað verið eitt satt fornøjilsi at virkað sumformaður í navnanevndini, sum hevur verið mannað við góðum og vitandi fólki, iðhava tænt nevndini sera væl.
Navnanevndin hevur havt hesar limir: Gunnleyg Durhuus, Eyðbjørg Joensen,Finn Kjølbro, John Færø og eg sjálvur. Skrivari og ráðgevi hjá nevndini havaverið Sigrun Vágstún og Gunnleyg K. Dánjalsson.
44 uppskot komu inn
Hugaligt var at staðfesta, at ikki færri enn 41 uppskot komu inntil navnakappingina.
Flestu uppskotsstillararnir eru hiðani úr økinum, men eisini komuinn uppskot úr øðrum landspørtum.
Hesa stóru undirtøku fegnaðust vit stórliga um í navnanevndini, ogeg vil – vegna býráðið og navnanevndina – bera tykkum øllum eina hjartans tøkk.
Navnanevndin hevur havt fleiri fundir, og hevur í arbeiðnum søktsær hjálp og ráðgeving frá kønum fólki, og komu vit loksins til ta niðurstøðu,sum eg nú um eina lítla løtu skal avdúka.
Tað eru tveir uppskotsstillarar, ið hava skotið upp tað navnið,sum avgerð er tikin um at geva, og áðrenn vit avdúka sjálvt navnið, vil egfyrst avdúka vinnararnar.
Tað eru tvær kvinnur, sum hvør í sínum lagi eru komnar við sama,vinnandi hugskoti.
Eg fari at biðja Lydiu Petersen og Signy Jacobsen umat koma fram at taka ímóti virðislønini fyri vinnandi hugskotið til navn ánýggja røktarheiminum, segðiJóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd, sum handaði vinnarunum báðumvirðislønir og blómutyssi, áðrenn hann at enda í røðuni avdúkaði navnið ánýggja røktarheiminum, sum er: “Heimiðvið Vágna”.




