Í dag fóru eg og Árni Elttør ein leingi ætlaðan túr eystur í Skúvadal. Ørindini vóru at taka roykhattin oman av skorsteininum, tí hann riggaði ikki sum hann átti.
Komnir út á Núp, lá stóra aliskipið hjá Bakkafrost, Martin og arbeiddi við ringarnar á Borðoyarvík, helst er talan um lús á laksinum ella eitthvørt líknandi. Alifólkið arbeiðir jú runt allan sólarringin og eisini tá heilagt er. Tey fáast við livandi tilfeingi, ið krevur ansing hvønn tíma á døgninum.
Ikki høvdu vit gingið langt, faktiskt beint komnir niðan á gøtuna, tá møta við fremmandafólki. Vit heilsa og fremmandamaðurin biður “Góðan dag”, ná ert tú føroyingur, spyrji eg. Nei, eg havi bert verið í Føroyum í nakrar fáar dagar og eg og mamma mín, sum er í fylgi við mær í dag, vit koma úr Kekkia. Eg spyrji sjálvandi: Men tú tosar føroyskt? – Ja, ikki flótandi, sigur fremmandamaðurin, men eg lesi føroyskt á universitetinum í Kekkia og eg og mamma mín eru nú í feriu her og vera her í ein mánaða. Seinni er ætlanin, at eg skal koma aftur og tá er ætlanin at eg skal vitja tykkara vøkru oyggjar í tríggjar mánaðar. Eru tit báðir á veg í Skótahúsið? Spyr fremmandamaðurin og eg játti ovfarin. Ná vit práta stutt, og tey bæði hildu áfram at ganga heim eftir gøtuni. Áðrenn vit skiltust, fekk eg kort frá fremmandamanninum, hann eitur Jirí Sedlák og segði seg búgva hjá vinfólki í Klaksvík.
Ná, men vit fingu ein góðan túr eystur. Gjøgnum breiðhjallan sóu vit ælingar fara út eftir Borðoyarvík, men her vit gingu kom onki avfall á okkum, skiftandi lýsi við sól og ælingi var bergtakandi, eg kundi ikki lata vera við at taka nógvar myndir.
Ikki var sørt at vit eisini sóu harur. Í dag sóu vit nógv fleiri, enn vit hava sæð allar tær ferðirnar vit hava gingið eystur síðani byggingin av nýggja skótahúsinum byrjaði fyri tveimum árum síðani.
Sýnið var framúr gott har eysturi. Um tú hyggur eftir myndunum, so sóu vit væl Skálhøvda, Lítlu Dímun og Suðuroynna, ja Beinisvørð stakk eyðkenda trýhidningin, sum fjallið sær út higani, tíðuliga upp í loft sunnast á landinum.
Komnir niðan Skúvadal til húsið fóru vit undir at finna stigarnar fram og upp á takið eftir roykhattinum. Tað var eitt sindur kalt har uppi á mønuni, men somikið fjálgt var í húsinum, at skjótt var at fáa hita aftur í kroppin.
Tá vit skuldu fara avstað aftur, komu teir báðir Hans Josephsen og Geir Eliasen í húsið. Teir høvdu gingið eystur eftir gøtuni, og fóru úr húsinum og norður eftir fjallinum oman Heldarskarð. Tá vit vóru á Breiðhjallanum møttu vit eisini Eyðstein Christiansen, hann hevði tá verið ein túr í Skúvadalshúninum og var nú á veg til heim. Tá vit báðir Árni komu aftur á vegin við Núpin, hittu vit aftur teir báðar Hans og Geir.
Ein fínur og gevandi gongutúrur ein kærkomnan góðan sunnudag, aftáná at útnyrðingur og norðan hevur verið sera ágangandi her í Klaksvík í nógvar dagar.

























