Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Okkara karismatiska Dynamit

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Aftur upplivdu vit Dynamit á Summarfestivalinum. Hóast teir ikki eru unglingar meira, so má sigast, at evni teirra at fáa stóru áhoyrarafjøldina upp frá grasinum hvørja ferð er sum nýtt.

Kjakast hevur verið dúgliga um tónlistarliga virðið hjá bólkinum. Men tá Niclas og “Sjeyki” fara í gongd, ja so kemur eitthvørt upp í okkum øllum, sum eingin annar megnar, teir fáa nevniliga øll, bæði smábørn og gomul upp í eitt dreymaland.

Jú, tað var mær ótrúligt og gott aftur at síggja, at teir framvegis megna at vera bólkurin hjá okkum øllum. Dynamit var ein av høvuðsupplivingunum hesaferð. Ikki vist at tað eg fekk liggur so leingi á, men løtan var framúr.