Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Okkara skúlapolitikkur ov yvirskipaður

Skúlablaðið

Eg meti tað tí hava stóran týdning, at Føroya Lærarafelag setir spurningar, sum fær politisku flokkarnar at vísa ítøkiliga, hvør teirra hugsan er. Maria V. Hansen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum:

Fyri nøkrum árum síðan var ein altjóða ráðstevna um skúlaskap hildin í New York, sum bar heiti “International Summit on the Teaching Profession”, har millum annað limalondini í OECD luttóku.

Kjakast var um, hvussu eitt land á besta hátt kundi skapa ein góðan og vælvirkandi fólkaskúla. Ein niðurstøða var gjørd, sum hevði 8 grundsúlur.

Eitt punkt var:

Ein tjóðskaparlig samling um fólkaskúlan við einum vælgrundaðum kjaki um, hvat næmingar skulu læra í 21. øld og um, hvussu ein fatar orðið fakligheit innan skúlagátt.

Hetta eru fagrir tankar um grundarlagið fyri góðan skúlaskap.

Vit hava eina fólkaskúlalóg, sum er galdandi fyri allar Føroyar. Tað hava okkara nærmastu grannar, hini Norðurlondini, eisini.

Men hetta er ikki galdandi fyri onnur lond, sum vit eisini samanbera okkum við. Í USA eru nógvir statir, og ymiskt er, hvussu teir skipa skúlagongdina. Har er eisini vanligt at hava ein almennan- og ein privatan skúla. Tað er eyðsýnt, at næmingarnir eru á ymiskum fakligum støði eftir lokna skúlagongd.

Onnur lond, sum liggja nærri okkum, hava heldur ikki eina fólkaskúlalóg, men harafturímóti er skúlin skipaður ymiskt, alt efti hvar í landinum, hann liggur. Her hugsi eg um Týskland, sum er skipað í landspartar/bundesland, eini 16 í tali við ymiskum námsætlanum. Tað í sær sjálvum er eingin forðing fyri, at týskir næmingar fáa eina góða og læruríka skúlagongd. Men tað ein forðing hjá foreldrunum, sum illa fáa flutt frá einum landsparti til annan, meðan børnini ganga í skúla, tí námsætlanirnar kunnu vera ov ymiskar og ringar at samankoyra fyri næmingin, sum flytur.

Hjá okkum er talan um eina tjóðskaparliga samling um fólkaskúlan. Hetta merkir, at okkara útgangspunkt er betri enn hjá t.d. týskarum ella amerikanarum.

Hvussu væl grundað kjakið er í Føroyum, ber altíð til at seta spurnatekin við. Faktum er, at vit hava fólkastýri, ein mentamálaráðharra, sum tekur sær av skúlaøkinnum. Hesin hevur vælútbúgvið embætisfólk og ráðgevarar at ráðføra seg við. Harumframt hevur hann eitt fólkaskúlaráð, við m.a. lærarum, at ráðføra seg við. Hetta skuldi borgað fyri góðum skúlaskapi, um viljin var til tað.

Tíanverri verður fólkaskúlin alt og ofta rikin sum ein fyritøka, ein ídnaður, hvørs endamáls er at fáa sum frægast burturúr, fyri minsta kostnað. Ikki tí, flestu mentamálaráðharrar hava góðar intentiónir og vilja, men verða oftast niðurbundnir fíggjaliga av teirra politisku samstarvsfeløgum, sum halda, at aðrar landsuppgávur hava størri týdning og seta heldur pening til har.

Tískil er tað týdningarmikið hjá Føroya Lærarafelag at fáa samstarv við allar politiskar flokkar. Allir teir politisku flokkarnir hava ein fólkaskúlapolitikk, sum teir “selja”, tá val er. Fólkaskúlin er eitt gott valagn!

Men teir hava ein alt ov yvirskipaðan skúlapolitik, ov “floffy”. Eg meti tað tí hava stóran týdning, at Føroya Lærarafelag setir spurningar, sum fær politisku flokkarnar at vísa ítøkiliga, hvør teirra hugsan er. Millum annað er neyðugt at fáa teir til at vísa samanhang millum skúlapolitikk og fíggingina av fólkaskúlaøkinum. Tá valið er avgreitt, og mentamálaráðharrin fer til verka, eigur tann ítøkiligi skúlapolitikkurin at síggjast aftur.