Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Okkum er sent: Skúlagáttin

Oliver Joensen

Skúlagáttin hjá Útvarpinum fær sjálvsagt tankar okkara at venda sær til okkara egnu skúlagátt. Í sendingini hjá útvarpinum er nógv sera gott og hugvekjandi komið fram og inn í hvørt heim í Føroyum.
Tankin, ið eg havi havt og ikki sleppi frá er um okkara egna skúla. Er sangur bara nakað tú ert leysur av í 5 fl. og tá er tað bara ein tími um vikuna – og helst ikki so stuttligt altíð.
Felags morgunsangurin við Skúlan á Ziskatrøð er søga. Orsøkin sigst vera ein lús. Næmingarnir skuldu vera í smittuvanda, hetta er longu fleiri ár síðani. Ert tú so heppin, at tann lærarin, tú hevur fyrsta tíman á morgni, tímir, so fáa nøkur børn glett seg um morgunsangin og at tað verður biðið Faðir vár.
Skúlin við Ósánna hevur enn felags morgunsang. Vælsignaði tit sum sita við ábyrgd. Latið børn og ung sleppa at singjja meira. Tey kundu kanska eisini sloppi at spælt á klaver ella tað, sum kann nýtast til hetta, bæði til jólahald, skúlaavslutning og ikki minst morgunsangin. Nógv av teimum bæði duga og tora og tað má vera innan skúlagátt at tey verða eggjaði og hildin til.

Foreldur.