Tað sigur Heri Vang, skipari á Norðsøka. Heri sigur: Tað gongur sera illa at fáa reiðskapin hjá okkum engdan, tí hevði tað komið sera væl við um skúlaungdómar ella eldri menn høvdu komið og hjálpt okkum við at egnt nakrar stampar.
Bátarnir fiska væl í løtuni tí er nógv egning á skránni, serliga tá tað fellur upp á gott veður og góðan streym, so um tú hevur hug at forvinna nøkur oyru hendanvegin, so er opið í egningarskúrunum.



