Tað sigur leiðarin á DUGNA í Klaksvík Sámuel Jørundsson. Síðani vit lótu handilin upp í Klaksvík í mai í ár,, hevur undirtøkan verið sera góð, tí sóknast við eftir fleiri fyritíðarpensionistum, at ganga til handar í handlinum.
Deildin hjá Dugna í Klaksvík kallast TINGHÚSIÐ. Deildarleiðari á Dugna í Norðurøkinum er Torgerð Hansen, sum dagliga arbeiðir á Kambsdali. At røkja arbeiðið á Tinghúsinum í Klaksvík, er Sámuel Jørundsson settur sum leiðari. Norðlýsið hitti tey bæði á máli í hølunum við Klaksvíksvegin 56.
Átakið
Torgerð Hansen, deildarleiðari sigur, at hon heldur átakið hjá Dugna í Klaksvík við Tinghúsinum her er spennandi.
Kaffikrókur
Vit hava skipað okkum væl og kundarvinarliga, soleiðis at skilja, at vit hava gjørt eitt samstarv við konditaríið “Marietta”, ið hvønn dag veitir konditarakøkur til okkara hugnaliga kaffikrók.
Kaffikrókurin her hjá okkum er sera hugnaligur, tí hagani er fyrst og fremst gott útsýni út yvir Vágna. Harafturat er kaffikrókurin partur av okkara listaframsýning.
Sýna fram list
Vit hava valt at bjóða ungum nýggjum listarfólkum at sýna fram her í kaffikrókinum, og sum tú sært, so er tað Eliana Svøðstein, sum í løtuni sýnir fram her í kaffikrókinum á Tinghúsinum.
Samuel Jørmundsson leiðari á Tinghúsinum sigur, at alt, sum Tinghúsið selur, er slíkt, sum føroyingar hava latið til Dugnabingjurnar, sum standa ymsastaðni kring landið.
Dugni selur í Tinghúsunum
IRF flytir síðani bingjurnar til Kambsdal, har eini 20 fyritíðarpensionistar arbeiða á verkstøðunum, nøkur av teimum gjøgnumganga alt sum kemur inn. Alt verður neyvt eftirhugt, vaskað og bøtt um, um tað er neyðugt og tað, sum ikki verður mett at vera egnað at selja, verður sundurtikið og skylt og síðani sent til IRF aftur, antin at brenna ella til tyrvingar. Men sigast skal, at fólk eru ógvuliga vandin við tað, tey seta í Dugnabingjurnar, tí fer nógv størsti parturin beinleiðis til sølu í Tinghúsinum í Klaksvík.
Tørvur á fólki
Í løtuni eru vit 7 fólk, sum arbeiða á Tinghúsinum her. Tey fáa eitt lønarískoyti og flestu arbeiða tveir dagar um vikuna. Her er nógv at takast við, handilin skal gerast klárur áðrenn latið verður upp, vørur skulu takast inn og sýnast fram, og eisini er umráðandi at vørurnar ikki steðga upp í handlinum, men at broytingar henda av og á, tað krevur arbeiðismegi, sigur Samuel Jørmundsson at enda.
Eg trívist væl her
Hannebeth arbeiðir í Tinghúsinum. Hon sigur, at hon kundi verið á flakavirkinum, men at orkaði ikki tað meira. Eg eri fyritíðarpensionistur og sat tí heima fyri tað mesta. Fyri at koma meira ímillum fólk, valdi eg at søkja starv her og tað eri eg sera glað fyri. Eg arbeiði her einar 18 tímar um vikuna og tað trívist eg ómetaliga væl við. Eg eri við til at gera handilin kláran og tæni eisini viðskiftafólki tá tey koma á gátt ella fáið eitt gott prát í kaffikrókinum.
Arbeitt á Dugna í 8 ár
Elisabeth er eisini starvsfólk í Tinghúsinum. Eg havi arbeitt í Dugna í átta ár og eri nú her í Tinghúsinum. Tað hevur verið ein sera spennandi og avbjóðandi tíð. Eg búgvi einsamøll og longdist eftir at sleppa út ímillum fólk, tí tað er tað besta fyri trivnaðin. Eg havi trivist stak væl í arbeiðinum her. Man møtir væl nøgdum fólkum í Tinghúsinum. sigur Elisabeth.
Bingjan á Grótrætt
Deildarleiðarin fyri Dugna í Norðurøkinum, Torgerð Hansen sigur at enda, at vit taka ikki ímóti, møblum og øðrum tingum sum fólk vilja lata DUGNA. Alt skal latast inn til IRF bingjuna hjá Dugna á Grótrætt.
Eisini toy
Á seymiverkstaðnum á Kambsdali seyma vit eisini innkeypsnet, tí taka vit eisini ímóti endurnýtslutoyi, sum kann brúkast til hetta endamálið. Um onkur hevur slíkt liggjandi, so taka vit ímóti tí her í Tinghúsinum í Klaksvík.
Vælkomin til arbeiðis
Um onkur fyritíðarpensionistur er, ið kundi komið og starvast ímillum okkum, soleiðis at Tinghúsið í Klaksvík kundi verið opið í enn fleiri tímar um vikuna, so er viðkomandi vælkomin at støkka inn á gólvið og tosa við Samuel Jørmundsson, at fáa nærri at vita um og umsóknarblað.



























