Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Okkum tørvar nýhugsan í Norðhavnini

Nordlysid

Tíðin er komin at hugsa nýtt í sambandi við víðari menning og víðkan av Norðhavnini við samstundis at gera ein frystitunnil, har vit kunnu fáa grót til útfylling.

Tíðin erkomin at hugsa nýtt í sambandi við víðari menning og víðkan av Norðhavnini viðsamstundis at gera ein frystitunnil, har vit kunnu fáa grót til útfylling.

 

Eg var sjálvur við til at byggja og menna Norðhavnina, sum ídag er eitt virðismikið vinnuligt aktiv hjá Klaksvíkar kommunu við nógvumvakstrarmøguleikum, men skulu hesir troytast, so krevur tað nýhugsan.

Samanlagt hevur Klaksvíkar kommuna gjørt íløgur fyri omanfyri 100 mió. kr. í Norðhavnina, sum er ógvuliga nógvur peningur, men kortinier hesin peningur væl og rætt brúktur, tí uttan Norðhavnina hevði Klaksvík onganútímans havn átt, og okkara størstu og fremstu fiskiskip høvdu ikki kunnaðligið við bryggju í Klaksvík og havt sín basa her í kommununi.

 

Frystitunlargeva nýggjar møguleikar

Tað vóru fleiri ivasamar røddir frammi, tá ið vit settufyrsta spakan í at byggja Norðhavnina, tí sagt varð, at tað var ein alt ovkostnaðarmikil íløga. Klaksvíkar kommuna hevði ikki ráð til at gera nakranýggja havn í Ánunum.

Men tíbetur hevur tíðin síðani víst, at Norðhavnin varneyðug, tí uttan hana høvdu okkara størstu skip ikki kunnað havt sín heimstaðher í kommununi, og soleiðis hevur havnin verið grundarlagið undir fleiristórum vinnuligum framtøkum, ið skapa stór útflutningsvirði og arbeiðspláss íKlaksvíkar kommunu. Stutt sagt: Vit høvdu ikki ráð at lata vera við at geraNorðhavnina.

Tí er eingin ivi um, at virðið av Norðhavnini er stórt, mensamstundis er líka so greitt, at nyttuvirðið av Norðhavnini kann verða munandistørri, um menningarmøguleikarnir har verða troyttir og gagnnýttir.

Seinastu árini hevur kommunan raðfest onnur týðandi málsøki, sumeisini hava stóran týdning fyri menningina av kommunu okkara, men tíðin er núkomin at hugsa nýtt í sambandi við víðari menning og víðkan av Norðhavnini viðsamstundis at gera ein frystitunnil, har vit kunnu fáa grót til útfylling.

Hetta er ein íløga, sum fer at flyta Norðhavnina inn íframtíðina og gera hana lokkandi fyri vinnufyritøkur við nýggjumvinnumøguleikum og víðkaðum havna-, vinnu- og ídnaðarøkjum. Tí er hetta einíløga, sum eigur at verða raðfest komandi árini.

Eg haldi ikki, at henda víðkan av Norðhavnini skal verðatreytað av at útvega grót úr tunlunum Norður um fjall, tá ið hesir vónandiskjótt gerast veruleiki. Norðhavnin hevur ov stóran týdning til at bíða eftirøðrum verkætlanum, tí so er vandi fyri seinkingum.

Latið okkum framhaldandi føra ein framrættaðan ogvisjónsríkan politikk – eisini á vinnuøkinum.

 

SteinbjørnO. Jacobsen

Varaborgarstjóri