Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Økt virksemi og íløgur til Klaksvíkar Sjúkrahús

Jónleif Johannesen

Nú fíggjarlógin 2017 fer til 2. viðgerð, er játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús økt við 2 milliónum krónum í mun til uppruna uppskotið.

Nú fíggjarlógin 2017 fer til 2. viðgerð, er játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús økt við 2 milliónum krónum í mun til uppruna uppskotið. 1,5 millión krónur eru settar av til íløgur á skaðastovuni, og 500.000 krónur eru settar av til økta endurvenjing. Hetta er at frøast um, tí skaðastovan treingir til ábøtur. Ein økt játtan innan endurvenjingina er hart tiltrongd. Endamálið er at tryggja, at borgarar fáa hóskandi og nøktandi tilboð um endurvenjing, so skjótt sum tørvurin er staðfestur. Økta játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús á 500.000 krónur er eitt stig rætta vegin.

Lønarframskrivingarnar í 2017 eru so at siga á hædd við lønarframskrivingarnar í fjørð. Hetta er hægri enn onnur undanfarin ár, har tað, eitt nú í 2012 og 2013, als eingin lønarframskriving var. Lønarframskrivingarnar fara tí væntandi ikki at órógva góða virksemi í sjúkrahúsinum, men fara heldur at tryggja, at arbeiðsumstøðurnar halda núverandi støði.

Tá talan er um heilsunýskipanina, so er boðað frá, at nýskipanin kemur til aðalorðaskifti í januar 2017. Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur sagt alment, at tað í menningarætlanini eru 25 tilmæli har semja er um nógv tey flestu. Tað eru serliga tvey tilmæli, sum tað ikki ber til at fáa semju um. Annað er at niðurlaga tilbúgvingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsið tá ið koyrandi er ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Hitt tilmæli ósemja er um, er at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu. Politikarar í Norðoyggjum eru hvørki til at høgga ella stinga í, hvat hesum báðum tilmælum viðvíkur, staðfesti landsstýriskvinnan í miðlunum herfyri. Javnaðarflokkurin segði greitt í valstríðnum, at flokkurin ynskti tríggjar sjúkrahúsleiðslur, so leingi sjúkrahúsini sjálvi ynsktu at hava egnar leiðslur. Henda støðan er ikki broytt. Viðvíkjandi tilbúgvingini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, eigur at verða miða eftir fullari úrtøku av verandi tilbúgving. Fleiri av tilmælunum í heilsunýskipanini stuðla undir hesa hugsan, og er tað at frøast um, at tað sær út til at verða breið semja um hesi tilmælir.

Landsstýriskvinnan hevur eisini boðað frá, at ætlanin er at leggja eysturoyingar afturat Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tá talan er um læknavaktina, har ringt verður til 1870. Hetta skal gerast í samstarvi við Heilsutrygd og Kommunulæknarnar. Hendan broyting er fult í trá við menningarætlanina, sum nú er løgd fyri heilsuverkið, har tað verður mælt til at kommunulæknaskipanin norðanfyri verður løgd í eina skipan fyri seg. Hetta ljóðar sum ein góð ætlan, ið økir um tænastustøði.

Samanumtikið kann sigast, at Klaksvíkar Sjúkrahús sær út til at ganga eini spennandi tíð við øktum virksemi ímóti.

Jónleif Johannesen,
tingmaður fyri Javnaðarflokkin