Góðan morgun: Øl kann skjótt enda við misnýtslu. Men verður øl drukkin við máta, kann løgurin vera við til at linna gikt.
Góðan morgun: Øl kann skjótt enda við misnýtslu. Men verður øl drukkin við máta, kann løgurin vera við til at linna gikt.
Ein nýggj kanning vísir, at nakrar heilt fáar øl um vikuna, kunnu vera við til at minka 21 prosent um vandan, at fáa liðagikt.
Men tað verður eisini skrivað, at ovurnýtsla av øli, kann økja um vandan at fáa liðagikt.
Hvussu álítandi hendan kanningin er, skrivar News.healt.com einki um.
Men tað er ein sannroynd at ingifer er ein góður verði, um onkur hevur í hyggju at linna giktina. Tað hevur í nógv ár verið ein tann besta natúrliga viðgerðin mótvegis gikt og nógvum øðrum sjúkum.




