icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

OL París: Sverri í kvartfinaluni

Jóhann Lützen

Sverri vann trygt í innleiðandi umfarinum og er víðari til kvartfinaluna

 

Sverri Nielsen rør í Singlesculler. Hann róði í umfari 6 og vann trygt. Sverri róði 2000 metrar við tíðini 6.53,50

 

 

Sverri segði við danska miðilin TV2 at hann var nøgdur við sítt avrik. Hann føldi ikki nevnivert til pínuna í rygginum, sum hevur plága seinastu tíðina. Sverri segði at hann fór heim nú at hvíla restina av degnum, og hyggja at róðrinum umaftur og fyrireika seg sum best til kvartfinaluna. 

Kvartfinalurnar byrja týsmorgunin kl. 09.10 føroyska tíð