Hin altíð so sáttligi og vitugi Olaf Olsen greiddi frá síni sjóleið, hvussu hann sum ungur byrjaði sum kokkur á einum sandbáti, seinni sum messur. Í fyrstu syftu kundi hetta tykjast sum niðurgangandi, men hann fekk góðar kjansir, siglidi við íslendarum, eisini við Vágbingi og Leivur Øssurson og øðrum, til hann fór uppá skiparaskúla.
Seinni fór hann út at sigla sum stýrimaður við stórum handilsskipi, men fiskurin og troli stóðu honum nærri. Hann sigldi m.a. við Ólavi Halga. Olaf fór seinni niður at taka skipsførara og tók enntá prógv sum skipaskúlalærari
Í 1969 keypir Olaf saman við øðrum Vónina – Olaf er tá 33 ára gamal. Hann fær saman við Otto Dam, Janus av Reyni, Sámal G. Jacobsen og Jákup Oluf á Lakjuni savnað so mikið av peningi, at teir saman keypa ídnaðartrolaran, ið fær navnið Vónin.
Hann vildi tá vera meira heima – hevði siglt við m.ø. Vágbingi og Ólavi Halga, sum vóru síðutrolarar og verið burtur 4-5 mánaðir hvønn túr. Jákup Oluf á Lakjuni hevði verið skipari á Ólavi Halga og Theodor Johannesen, stýrimaður, ið vóru nakað eldri. Teir vóru eisini við í tí fyrstu byrjanini av at gera eitt trolvirki, hjá Vónini í kjallaranum í City, sum handilin tá kallaðist í Fuglafirði.
Hetta var spírin til tað stóra trolvirkið, ið var bygt í grannalagnum nøkur ár seinni.
1. januar í 1977 verður fiskimarkið flutt út á 200 fjórðingar, og tað krevur ein øðrvísi fiskiflota enn tann, ið føroyingar eiga. Tú fer Olaf at hugsa um at keypa Kupabátarnar, sum eydnast
Kubabátarni verða umbygdir í 1977. Bátarnir lógu og gnaddaðu gummi á Hulki – Hetta var útsýnið úr stovuvindeyganum hjá Olaf, sum honum ikki dámdi so væl.
Bátarnir skuldu umbygjast fyri um 3 mill hvør, men fígging fekst ikki í Føroyum. Norrmenn vóru tó sinnaðir at vera við sum íleggjarar av eini umbygging av 8 trolarum – tilsamans kom henda umbygging at kost 100 mill. Hetta bleiv gjørt fyri Skipafelagið, men tá ið umbyggingin var liðug, fekk Olaf í boði at reiða bátarnar út.
Seinni bleiv oljuprísurin ov høgur, og varð tí umlagt til partroling. Tá spardu teir um 35-40% í olju og spærdu eisini uppá trolgreiðirnar.
Síðani vórðu bátarnir aftur umbygdir á Meka, sum gjørdi teir meira arbeiðsligar og innilokaðar. Fingu eisini netatrumlu, sum var eitt framstig.
Trolvirkið, Vónin menti eisini trolini við trolbrunni, sum teir høvdu bygt inni á virkinum. Hesi trolini vóru so eisini roynd við m.a. Kubabátunum. Bacalaotrolið, sum eisini var eitt frambrot, varð ment og roynt av Otto Dam og vant tað nógv uppá seg í longdini, sum eisini fiskaði væl. Teir valdu at brúktu gummibobbensir, heldur enn úr stáli, ið vóru lættari at draga.
At menna eitt trol er ein proses, sum tekur tíð við nógvum justeringum og tillagingum. Seinni varð ein deild av Vónini sett á Stovn í Havnini.
Vónin og Beta, sum reiddi bátarnar út, skapti nógv virksemi í Fuglafirði. Tað kundi koma fyri, at tað lógu 8 trolarar og landaðu í Fuglafirði. Hetta skapti, sum sagt, nógv virksemi. Onkur sigur, at fyri hvønn mann á sjónum eru 4,1 á landi.
Kreppan fyrst í 1990-unum hevði stóra ávirkan á virksemið, Beta fór í gjaldssteðg – Vónin yvirlivdi. Olaf Olsen fór í landsstýri og Jónsvein Knudsen var stjóri á Beta eitt skiftið. Men seinni fór hann seinni á Lynfrost.
Í 2000 bygdu teir stórt trol-/nótavirki í Havn. Øll tey stóru skipini og virkini áttu í virkinum. Samstundis áttu tey hvør sín pavn at goyma síni trol í. Tær stóru nótirnar vórður fyri tað mesta gjørdar uttanlands, tí tað var bíligari – Peru, India og aðrastaðni.
Poul Hansen hevði eitt trolvirki sum helt uppat. Hetta virkið yvirtók Vónin og nýtt hús varð bygt uttanfyri Viðarnes. Eisini var farið til Eystland, har trol og útgerð vórðu gjørt.
Um aldarskiftið fer Beta undir at skifta gomlu kubatrolararnar út við nýggj skip. 8. desember 2002 er hátíðardámur og móttøka á bryggjuni í Runavík, tá partrolararnir Bakur og Stelkur koma flaggskrýddir. Bakur og Stelkur kosta 28 milliónir krónur hvør. Senni komu so Heykur og Falkur.
Teirra ætlan var, at bátarnir skuldu fiski 50 % meir enn teir gomlu, men tað vísti seg, at teir fiskaðu 150 % meir.
2005 vórðu Kubabátarnir seldir yviraftur til Noregs. Í Noregi kom nýggj lóg, har lagt varð upp til at skifta gomlu skip út við nýggj. Teir fingu eisini loyvi at brúka fremmandar bátar til endamálið. Gomlu Kupabátarnar vórðu keyptir av norrmonnum, tí teir kundu fisk. Á henda hátt vórðu 5 Kubabátar seldir til Ålesund.
Vónin varð seld í 2005 fyri 100 mill til Tjaldur. Í 2006 verður Beta selt til Fiskavirking fyri 105 mill – hetta var harmiligt. Tað prikaði at Vónin varð seld til Íslands 11 ár seinni í 2016. At íløgufelagið Tjaldur selur víðari til Íslands fyri 333 mill, var undarligt. Vit høvdu selt við vón um, at virksemið helt fram á føroyskum hondum. Men íslendingarnir freistaðu obenbart ov nógv.
Her kom nógv áhugavert fram á hugnaligu og áhugaverdu framløguni um lívsverkið hjá Olaf, har hann saman við fleiri øðrum var ein gløggur lyklaleikari í einum stórum og týðandi virksemi í føroyskari fiskivinnusøgu.
Olaf Olsen fyllir í apríl 89 ár, og verður honum ynskt alt tað besta.



































