Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ólavsøkan á helluni í Mikladali

Oliver Joensen

 Ímeðan stórur partur av føroyingum hava hildið ólavsøkuna í høvuðsstaðnum, so hevur ein bólkur hildið til á helluni í Mikladali.

Orsøkin er at stóra ferðavinnutiltakið “Kópakonan á Stórakneysa” skal avdúkast fríggjadagin og tá ræður um at brúka hvønn dag veðrið loyvir tíð, at fyrireika stóru verkætlanina.

Hans Pauli Olsen, listamaður og Jørn Svendsen, frá skulpturstoypivirkinum hava sitið á helluni frá morgni til myrkurs at fáa alt upp á pláss í góðari tíð. Ólavur Samson og hansara lið hava gingið til handar, ímeðan fólk frá J.T. Elekrtic hava lagt kaplar og ljós.

Sjálvur havi eg gingið har og tikið myndir, tí umráðandi er fyri eftirtíðina at hava myndadokumentatión eisini. Hóast vit ikki fara at kunngerða myndir av sjálvari standmyndini, fyrr enn hon er avdúkað, so eru her nakrar myndir frá umhvørvinum, har kópakonan stendur. Alt ímeðan borað, sveitsa og skorið við vinkulslíkapara varð, kom ein kópur á vitjan. Onkur helt at tað var brimilin hjá Kópakonuni, ongin veit, men ungur sá hann út til at vera.

Her á síðuni finnur tú skránna fyri fríggjadagin og eisini ferðaætlanina hjá Ternuni (Ternan fer at sigla ístaðin fyri Sam) – minnist til at keypa armbond á Kunningarstovuni í Klaksvík og latið bilin standa eftir í Klaksvík. – Ikki tíð, gott er at koyra í Kalsoynni, men vegirnir og tunlarnir eru smalir og Strandferðslan og Bygdaleiðir skipa fyri góðum sambandi sjóvegis og eftir landinum (fýra stórir bussar vera settir inn í rutuna til Mikladals) – Armbandið er ferðaseðil bæði til Ternuna og bussarnar – Eisini er armbandi ferðaseðil til bussrutuna til Trøllanes.

Njótið myndirnar: