Ólavur á Váli Olsen er mest kendur fyri at spæla og syngja umborð á Norrønu. Hann er 23 ára gamal og hevur júst verið yviri í USA og innspælt sína komandi fløgu
Ólavur á Váli Olsen er mest kendur fyri at spæla og syngja umborð á Norrønu. Hann er 23 ára gamal og hevur júst verið yviri í USA og innspælt sína komandi fløgu
Fløgan verður úti á marknaðinum fyrst í juli. Onkrir av sangunum frá fløguni hava tó verið at hoyrt í útvarpinum tær seinastu vikurnar.
Ólavur hevur eina sera góða rødd og vit gleða okkum til at hoyra Ólav við Brúnna í ár. Vit koma at hoyra løg av komandi fløguni og eisini onkrar tulkingar av kendum løgum á framførsluni við Brúnna.




