Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ólavur Kjølbro vann Haldor Holm Cup

Jóhann Lützen

Hann vann finaluna 4-2 móti Sonhard Johannesen

 

Finalan í Haldor Holm Cup er júst liðug og vinnari gjørdist 47 ára gamli Ólavur Kjølbro úr Klaksvík. Hann vann finaluna móti The Grand Old Man innan billard í Føroyum, Sonhard Johannesen. 

Sonhard trýsti Ólavur allan vegin, men mátti lúta fyri góða spælinum hjá arvtakarinum. 

Tað sermerkta var at finalan var millum tveir Klaksvíkingar og tað vóru hálvfinalurnar eisini. Ólavur vann sína hálvfinalu móti Urbanus K. Olsen og Sonhard vann sína móti Kristian Suna Høgnesen.