Næstur í røðini at svara spurningum er Ólavur Larsen.
Fuglfirðingurin Ólavur Larsen er Manchester United viðhaldsmaður, men hann væntar serliga nógv av Arsenal í ár. Niðanfyri svarar hann spurningum um komandi kappingarár (spurningarnir vóru svaraðir áðrenn 1. umfar)
1. Hvør vinnur Premier League 2015/16?
Arsenal
2. Greið frá í stuttum, hví so verður?
Arsenal fer at vinna Premier League, tí teir hava ein komplettan hóp við eini góðari blanding av yngri og eldri leikarum. Cech er málverjin sum Wenger hevur bíða eftir líka síðani Lehmann, verjan sær sera stabil út við Mertesacker (ella Paulista) og Koscielny og møguleikum á bakkplássunum, við Gibbs/Monreal og Debuchy/Bellerin/Chambers. Defensivi miðvøllurin inniheldur leikarar sum Coquelin (sum leikti sera væl í fjør), Arteta og Flamini. Hetta er ikki toppklassi, men tað kann blíva trupult um Arteta hevur trupulleikar við skaðum og Arsenal noyðast at brúka Flamini í fleiri av PL dystunum, tí hann er ikki nóg góður á einum toppliði. Offensivi miðvøllurin er krútsterkur við Cazorla, Oxlade-Chamberlain, Özil, Ramsey, Sanchez, Walcott, Rosicky og tíverri aftur einum skøddum Wilshere. Wenger kundi styrkt álopið við einum sterkum leikara afturat, fyri at kunna dekka allar kappingar 100%, men Giroud og Welbeck eru fantastiska góðir – spurningurin er bara um tað blíva ov nógvir dystir hjá teimum (serliga hjá Giroud). Alt í alt eitt sera gott boð uppá meistararnar 2015/2016. Hjá Man Utd er alt ov ivasamt í løtuni, tí De Gea er ivasamur, og liðið manglar ein sterkan miðverja og ein sterkan áleypara fyri at gerast meistarar. Chelsea síggja sterkir út, men Diego Costa byrjar kappingina við at verða ivasamur, John Terry er 1 ár eldri og okkurt sigur mær, at hetta verður ikki árið hjá Chelsea – tað verður tó sera tætt um 1, 2 og 3
3. Hvørji lið enda í topp 4 (í rættari raðfylgju) í Premier League?
Arsenal, Man Utd, Chelsea, Liverpool
4. Hvør verður toppskjútti í Premier League?
Christian Benteke (Liverpool)
5. Hvat er besta keypið í summar í Premier League?
Petr Cech (Arsenal)
6. Hvat lið fer at yvirraska posetivt í Premier League og greið í stuttum frá hví?
Eg havi Crystal Palace sum eitt av liðunum sum kunnu gera okkurt yvirraskandi. Síðani Alan Pardew kom til Crystal Palace hevur liðið gjørt tað sera væl, og nú er Yohan Cabeye eisini komin til afturat saman við t.d Connor Wickham, so teir síggja rættuliga áhugaverdir út. Málverjin og verjan eru tó ikki í toppklassa, so tí koma teir ikki longur upp á stigatalvuna enn eitt vist. Annars eru Stoke, West Ham og Watford møgulig yvirraskilsi, tí Stoke og West Ham hava styrkt seg væl og Watford hava keypt sera væl og nógv inn. West Ham og Watford hava tó møguliga ov nógv nýtt (bæði liðini hava eisini skift venjara) og tí kunnu hesi bæði eisini skjótt fáa tað trupult, um tað ikki fungerar beinanvegin.
7. Hvat lið verður størsta vónbrotið í Premier League og greið í stuttum frá hví?
Manchester City og Leicester. Man City hava slept ov nógvar týðandi og avgerandi leikarar, og Yaya Touré hevur ikki líkst sær sjálvum í seinastuni. Eisini er Joe Hart ov óstabilur og verjan sær ikki alt ov gott út (Kompany er byrjaður at gera feilir, Demichelis er blivin ov gamal og seinur, Clichy manglar ov nógv offensivt og Kolarov manglar ov nógv defensivt). Aguero má gera meginpartin sjálvur, og tað fer ikki at røkka nóg langt, tí eg trúgvi aldeilis ikki, at Sterling er tann super góða loysnin uppá alt. Missurin av Dzeko og Jovetic verður sera stórur, kanska verður Milner enntá eisini saknaður. Leicester trúgvi eg ikki uppá nú Cambiasso er vekk og Ranieri stendur við róðrið.




