Okkurt bendur á, at Sonni Ragnar Nattestad fer at gera sáttmála við Molde.
Okkurt bendur á, at Sonni Ragnar Nattestad fer at gera sáttmála við Molde.
Tá Føroyar spældu móti Sveis fyrr í hesum mánaðinum, so var venjarin hjá norska felagnum Molde, Ole Gunnar Solskjær, millum áskoðararnar. Og nú er greitt, at tað helst var Sonna Ragnar Nattestad, sum hann ynskti at keypa. Tí sambært góðum keldum er Sonna Ragnar í Molde og hyggur eftir umstøðunum í felagnum í løtuni.
Molde endaði á 5. plássi av 16 liðum í Tippeliguni síðsta kappingarár.




