Fyrrverandi venjarin hjá danska felagnum Frem, hevur eftir øllum at døma takka nei til KÍ
Markus Tummas Jacobsen, formaður í fótbóltsdeildini hjá KÍ vil hvørki váttað ella noktað fyri at felagið hevur verið í samband við Ole Mørk.
-Vit samráðast í trúnaði og kunnu tí ikki gera viðmerkingar um hvørjar persónar talan er um!
Norðlýsið frættir tó at tað var ikki tað fíggjarliga sum skilti partarnar, men danski venjarin takkaði nei av øðrum orðsøkum.
-Av persónligum orðsøkum kundi Ole Mørk ikki koma til Føroya komandi ár, men hann var opin fyri at fara undir samráðingar um tvey ella trí ár, um tað tá framvegis varð aktuelt, sigur ein ónevnd kelda sum Norðlýsið hevur tosað við.
Kunngjørt á ársfundinum
Formaðurin í fótbóltsdeildini segði tó somikið at hann vónaði at hann á ársfundinum hjá fótbóltsdeildini í næstum, kundi kunngera navnið á nýggja venjaranum.
– Men slíkt arbeiði gongur í bylgjum. Eina løtu kanst tú verða nær við at hava eina avtalu, fyri so aftur at verða noyddur at brúka meiri tíð fyri at koma á mál.
– Tí er vónleyst hjá mær at seta nakra tíðaravmarking á nær vit verða klárir, men vit arbeiða dagliga við málinum!
Formaðurin í fótbóltsdeildini vildi heldur ikki siga nakað um hvat slag av venjara KÍ leitar eftir, men segði at felagið fyrst og fremst leitaði eftir venjara sum burturav kemur at taka sær av 1. liði.




