Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Olga Biskopstø: Góði veljari

(Hannefía Joensen)

Eg vil inniliga heita á teg um at velja Tjóðveldi á valinum nú leygardagin 19. januar.

Somuleiðis vil eg heita á teg um at veita mær tín persónliga stuðul. Letur tú mær tína atkvøðu, verður hon ikki gjørd til skamma, tí eg fari við huga og sál, at arbeiða fyri at bøta um øll tey viðurskifti, sum ikki eru nøktandi.

Føroyar standa á einum vegamóti. Sagt verður, at vit hava ongantíð so nógvan pening í samfelagnum sum nú, men hóast tað so vaksur fólkatalið ikki, og alt ov nógv hava ikki nøktandi livikor. Tað eru nógvar knútar og leysar endar, tá umræður lógir og fyriskipanir, og alt ov nógvur peningur fer millum skins og hold, og kemur ikki fólkinum til góðar.

Mín hugsjón er, at øll skulu hava tað gott, og øllum standa í boði javnbjóðis møguleikar, óansæð sosiala støðu og hvar í landinum ein býr.

Teir samfelagsbólkar, ið ikki hava nøktandi livikor eru gomul, sjúk og tey sum bera brek, einkjur og einkjumenn, einligir forsyrgjarar og lágløntar barnafamiljur o.o. Eg tori at taka hesi mál upp og krevja broytingar.

Starvsfólki innan almanna- og heilsuverkið, hava stórar uppgávur at loysa, men hava als ikki nøktandi umstøðuar at arbeiða undir, hetta má broytast alt fyri eitt, skal tænastan til brúkaran gerast nøktandi.

Skúlin og útbúgving, gransking, mentan, vinna, íverksetan og so mangt annað, ið hevur verið frammi undir hesum valstríðnum, eru alt mál, ið hava alstóran týdning, skal føroyska samfelagið mennast og standa seg í kappingini við alheimin. Men ongar av hesum uppgávunum kunnu loysast, uttan so, at vit halda uppat at halda og meina, men í staðin taka tey upp við rótini og gera nakað munagott fyri at fáa framt ábøtur og skipa tiltøk, ið veruliga muna.

Vit skulu taka fulla ábyrgd av okkara samfelag, og gerast fræls tjóð, men tað inniber samstundis, at vit veruliga fáa skil á øll viðurskifti, ið ger at Føroyar ikki mennist.

Eg fari við ágrýtni og vilja, at arbeiða fyri tí, ið eg havi nevnt omanfyri.

Hevur tú tørv á at kenna mína hugsan um onnur mál, ert tú hjartaliga væl komin at ringja til mín á telefon 757969 ella senda mær ein teldupost á olga@kallnet.fo. Eg havi eisini eina heimasíðu, ið eitur www.biskopsto.fo.

Túsund takk fyri at tú stuðlar mær til valið – tað kemur til gagn fyri alt føroyafólk.

Blíðar heilsur

Olga Biskopstø

Tjóðveldi borgar fyri fólkaræði, samhaldsfesti og eínari sjálvbjargnari føroyskari tjóð.