Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Olga Biskopstø: Góðu norðoyingar

(Hannefía Joensen)

Tíðirnar skifta, og nú á løgtingsvalinum kunnu vit vænta fleiri broytingar. Tað eru bæði fyrimunir og vansar við Føroyum sum eitt valdømi.

Fer útjaðarin í framtíðini at fáa nóg góða umboðan á tingi? spyrja fólk. Vandi er fyri, at tann sterki viljin, tey nógvu hugskotini og fleiri av røddunum kring landið ikki longur í nóg stóran mun røkka fram at politiska valdinum.

Men okkum nýtist ikki at stúra. Heldur skulu vit standa saman og vísa Føroya fólki, at vit eisini eiga virðilig umboð at bjóða fram tey næstu árini.

Vit eru vorðin partur av altjóðagerðini. Í dag arbeiða og flyta fólk yvir um kommunumarkið. Fasta sambandið um Leirvíksfjørð er veruleiki, og hetta hevur broytt og betrað møguleikarnar hjá teimum flestu av okkum, sum búgva ella virka í Norðoyggjum. Føroyar eru knýttar tættari saman, men kortini er langt á mál, so leingi tað dragnar millum meginlandið og útoyggjarnar.

Bernhard Brim, sáli, yrkti inniligt og beinrakið, at Klaksvík er Norðoya móðir. Í dag er býurin verjin hjá útjaðaranum. Saman við bygdunum í landnyðringspartinum av landinum, Leirvík, Fuglufirði og Gøtu, mugu vit standa saman og vera eitt veruligt alternativ hjá teimum mongu, sum trúgva uppá, at tað finst eitt gott og ríkt lív eisini uttanfyri Havnina.

Sum føddur klaksvíkingur við ættarbondum úr Eysturoynni, og við útoyggjunum í mínum hjarta, vil eg umboða á tingi tað, sum í Føroyum er mær kært. Í mínum politiska arbeiði vil eg stríðast fyri teimum góðu virðunum, og at vit skapa eitt trygt og sterkt samfelag, bæði á bygd og í bý – fyri allar føroyingar og komandi ættarlið.

Vit eru vælsignað við nógvum ríkidømi, men tað størsta tilfeingið er fólkið, sum her livir og virkar.

Vit skulu byggja okkara land á bjartskygni og víðskygni. Vit skulu vísa í verki, at saman skapa vit eina stolta og frælsa framtíð. Einar Føroyar, har vit vaksnu taka ábyrgd av samfelagnum og øll hava javnbjóðis møguleikar. Ein góðan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag. Vit skulu eiga eitt frælst oyggjaland, har vit virða og gleðast saman við teimum gomlu. Vit skulu trúgva uppá framtíðina, fjálga um børnini og seta álit og krøv til okkara ungdóm.

Meira um meg og míni hjartamál er at finna á www.biskopsto.fo

Við tjóðveldiskvøðu

Olga Biskopstø

Allar Føroyar skulu hoyrast!