Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Olga Maria gjørdi ein góðan túr í vikuni

Oliver Joensen

 Í gjár legði trolbáturin Olga Maria veiðuna upp í Leirvík. Veiðan vá góð 70.000 pund. Vit tosaðu við Gullak Gullaksen fyri lítlari løtu síðani, teir vóru júst komnir aftur á fiskileið, eystur úr Fugloynni. Jú, sigur Gullak, í nøgd var hetta ein góður túrur. Veiðan var toskur, hýsa og havtaska. 

Hóast umstøðurnar sýnast betur í ár enn árini frammanundan, so letur fiskurin bíða eftir sær. Vit síggja nógva nebbasild í netinum og harafturat er sjógvurin kaldari við botnin enn eitt nú í fjør, men vit fílast á fiskaríið, sjálvt um tað má sigast at hava verið brúkiligt í ár. Nei, tað er ov lítil fiskagongd. Útróðrarbátarnir hava fingið eitt sindur, men hjá teimum hevur eisini verið ójavnur fiskiskapur, teir eru so fáir nú, so ein skuldi trú at fiskiskapurin kundi verið javnt betur.

Vit eru beint nú komnir út aftur, og gera fyrsta tovið, segði Gullak Gullaksen, skipari og reiðari á Olgu Mariu.

Harleywoodpaint