Olga Maria landar í Klaksvík í morgun, meðan Jens Leon landar í Leirvík.
Olga Maria byrjaði fiskiskap 10. august og hevur áleið 75.000 pund. Av tí er áleið 60.000 pund av toski og hýsu, meðan hon eitt nú hevur 4400 pund av havtasku. Jens Leon byrjaði fiskiskap 12. august og hevur 60.000 pund. Býtið av fiskasløgum líkist tí hjá Olgu Mariu.
Báðir hava trolað norðanfyri.



