Olga Maria megnaði tað, ið Suðuroyingur og Havnarbáturin ikki megnaðu fyrr í ár: At vinna á Klaksvíkingi.
Soleiðis kann man skemtandi siga um kappingina í togtogan í dag á Sjómannadegnum. Finalan stóð millum trolaran Olgu Mariu og kappróðrarbátin Klaksvíking. Har gjørdist Olga Maria vinnari og hevur hon staðið seg væl í hesi kappingini fyrr.




