Tað var ein heilt serligur dagur á hvørjum ári, tá vit skuldu til barnakanning hjá Olgu Mary, tá eg gekk í barnaskúlanum í Klaksvík í 1960unum. Olga Mary var heilsusjúkrasystir við Klaksvíkar Skúla og kannaði heilsustøðuna hjá børnunum í Klaksvík í nógv ár. Á myndini stendur hon við sykluni niðanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús, har hon helst hevur arbeitt ella havt ørindi, tá myndin varð tikin.
So vítt eg minnist, fóru vit til barnakanning hjá Olgu Mary í Gamla Skúla umleið eina ferð um árið, har vit m.a. vórðu vigað og mátað. Henda árliga kanning skuldi ivaleyst vísa, um vit vuksu og mentust, sum vit skuldu. Hetta var ein heilt serligur dagur, og tað eg minnist, var Olga Mary altíð blíð og fyrikomandi við okkum børnini.
Olga Mary (1910-1994) var tað sætta av teimum átta børnunum á lívi hjá Sonnu og Jákup á Eiðinum í Klaksvík. Hon var útbúgvin sjúkrasystir eins og fýra ár eldri systurin Anna Joensen (1906-1997). Tær arbeiddu báðar sum sjúkrasystrar í Føroyum, men royndu seg eisini uttanlands. Tær vóru báðar ógiftar. Myndin av Olgu Mary er myndasavninum hjá Jóannes Niclasen sála.



