Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óli Breckmann, tingmaður: Ein gongd leið til broytta valskipan

John William Joensen

Ein meiriluti á tingi vil hava Føroyar sum eitt valdømi. Ein minniluti tvíheldur um 7. Var hetta eitt vanligt tingmál, vann meirilutin, og politiska lívið helt fram til valið 19. jan.

Men hetta tingmálið er ikki sum onnur, og báðir partar halda fast við sítt. Um meirilutin vinnur, kundi minnilutin slitið samgonguna. Løgmaður átti tá at skriva val út, tí restin av valskeiðinum hevði verið spilt.

Við vali í ótið verða Føroyar framhaldandi 7 valdømi. Tann politiska semjan, sum er gjørd um Føroyar sum eitt valdømi ikki nú, men eftir næsta val, og uppskotið hjá Vestergaard um m.a. 33 tingmenn komandi val ístaðin fyri 32 sum nú og um 3-4 viku freist at útskriva val, detta burtur.

Eitt valdømi hevði helst bøtt møguleikan hjá tingmonnum í Suðurstreymi fyri afturvali. Sum frá leið hevði Havnin helst fingið fleiri og Føroyar annars færri tingmenn valdar. Tað hevði skundað undir miðsavningina av føroyingum.

Men tað er ikki nøktandi, at tað vaksandi fólkatalið í høvuðstaðnum og í Eysturoy eru og verða verri umboðað enn (lutfalsliga) restin av landinum.

Men ein máti er at bøtt umboðanina á tingi og sloppið undan at gjørt Føroyar til eitt valdømi.

Tað ber nevniliga til at velja tingið, so tað betur enn nú avspeglar búsetingina kring landið. Vit kundu hækka tingmannatalið úr 32 upp í 35 ella 37 uttan at leggja tey 7 valdømini saman í eitt.

Men tað gerst ikki til hetta valið. Tí tað krevur, at tvey løgting við vali ímillum broyta stýsisskipanina.

Mong vilja treyðugt (av røttum) gjalda enn fleiri tingmonnum løn. Men tað er ein prísur fyri at varðveita landið sum 7 øki.

Hin vegin sparir tað pening, at talið á kommunum er fækkað úr 50 niður í 34, og hesar 34 skjótt verða 7 kommunur. Tað merkir, at einir 300 bygda- og býráðslimir skjótt verða bert 70-80 í tali.