Skaði hevur gjørt, at 2019 og 2020 fóru burtur í einki, men í dag var Óli Ey. Poulsen aftur á vøllinum fyri besta liðið.
Óli fekk sítt stóra gjøgnumbrot í 2018 sum 16-17 ára gamal. Hann spældi síðani fyrsta dyst í 2019, men so fekk hann ein álvarsaman skaða, sum tók drúgva tíð at fáa tamarhald á. Í ár byrjaði hann aftur at spæla og tað hevur gingið støðugt framá uttan stórvegis skaðatrupulleikar. Fyrst við U21 og 3.deild, síðani 1.deild og í dag spældi hann síðsta hálva tíman á sentrala miðvøllinum.
20 ára gamli Óli Ey. Poulsen er skrásettur fyri 25 dystir og 4 mál í bestu deildini fyri KÍ.



