Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óli hjá Hilmu sjeyti

Jákup Jacobsen

Hósdagin 2. juli, fylti Óli bróðir, Óli hjá Hilmu úr Fuglafirði, 70 ár.

Hósdagin 2. juli, fylti Óli bróðir, Óli hjá Hilmu úr Fuglafirði, 70 ár.

Foreldur okkara vóru Hilma, sum var ættað úr Leirvík, og Meinhard Jacobsen, skipari úr Fuglafirði.

Vit vóru 5 systkin, og Óli er nr. 4 í røðini. Hann er føddur 2. juli 1945, beint eftir krígslok, og vaks upp saman við okkum systkjunum í einum góðum og tryggum heimi.

Óli hevur altíð verið nakað serligt, og heilt frá smádreingi av var hann ein bygdarmynd, sum allir fuglfirðingar kendu. Vit minnast, hvussu væl hann kendi skip, ja, hvørt einasta skip í Føroyum, og á sama hátt nummarpláturnar á øllum bilum.

Og tá tað kemur til skip, so var Gulldrangur, FD 12, nakað heilt serligt fyri Óla. Tá ið Gulldrangur kom undan Enni, kom ordiligt lív í Óla, og so fór hann rennandi norð á kajina, rópandi: “Gulldrangur, høy!” Og tað var einki undarligt í, at hann var spentur, tí pápi var umborð á Gulldrangi – hann førdi jú Gulldrang í heili 15 ár, frá 1947-1962, øll barnaárini hjá Óla.

Fyrstu ferð, vit vóru saman umborð á skipi, var í 1961, tá ið eg var við Ólavi Halga. Óli kom tá ein túr niður til Grimsby við okkum at selja. Tað var eitt stórt upplivilsi fyri hann.

Í 1962 fór Óli til Danmarkar og var niðri í fimm ár. Óli var orðblindur og gekk í skúla í Nakskov, og har fekk hann sera góða hjálp. Eg var fleiri ferðir og vitjaði hann hesa tíðina, og tað var stuttligt at síggja, hvussu hann mentist har.

Í 1970 var Óli við Gulldrangi, og tá vóru Jákup Egholm og Jákup Petur Jacobsen skiparar, ávikavist við snellu og við línu eftir svartkalva.

Í 1972 kom Óli við Peter Most úr Svendborg, sum eg var skipari á. Har umborð var hann í 7 mánaðir sum ungmaður. Óli var ikki so sterkur likamliga, men hann var altíð framúr ágrýtin og trúfastur – ja, sanniliga ein álitismaður í øllum lutum.

Eftir tað arbeiddi Óli á flakavirki. Hann mundi vera á Handils- og Frystivirkinum í Fuglafirði eini 10-12 ár, har hann arbeiddi saman við so mongum fuglfirðingum.

Ein dagin kom Jákup Oluf á Lakjuni, sum var góði vinur pápa og granni okkara, og spurdi Óla, um hann ikki kundi koma við einum av Cuba-trolarunum. Óli bleiv sera spentur og játtaði beinanvegin. Og tað bleiv so ikki bara hesin eini túrurin! Nei, í heili 15 ár var Óli við Cubatrolarunum – einamest við Skúgvi. So har treivst hann so sera væl umborð, og hevur hann javnan eitt gott prát við fleiri teirra, hann sigldi saman við.

Í 1998 flutti Óli til Havnar at búgva, og hevur hann nú í 17 ár búð hjá systurdóttur okkara, Hildigunn, og manni hennara, Agnari Poulsen, har hann hevur havt tað sera gott, ja, sum um tað var heima hjá honum sjálvum. Og tað vil eg so hjartaliga takka tykkum báðum fyri, Hildigunn og Agnar, at tit hava verið so góð við Óla.

Góði Óli. Eg fari at takka tær fyri allar túrarnar, vit hava verið saman. Frá 1999 til 2010 vóru vit báðir eina ella tvær ferðir um árið niðri á Kreta ella á Kanarisku oyggjunum – ja, einar 16 túrar munnu vit hava verið tilsamans.

Og serliga takki eg tær fyri, at tú hesi seinastu 25 árini hevur vitjað okkum í Danmark einar tvær ferðir um árið – seinast í mai í ár. Tað eru vit serstakliga glað fyri.

Nú sunnudagin, 5. juli, hátíðarheldur tú føðingardagin í Bátafelagshúsinum í Vágsbotni frá kl 11 til 17, har øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa upp á teg. Tað gleða vit okkum til!

Hjartaliga tillukku, góði Óli.

Bróðir tín.