Moldeliðið kom til Føroyar ídag og vandi á Tórsvølli. Í morgin skulu teir á Svangaskarð at venja
Í dýrdarveðrinum týskvøldið vóru KÍ spælararnir fyri aðru ferð í eitt sindur meiri enn tvey samdøgur á Toftum. Hesa ferð vóru ørindini at venja á grasvøllinum upp undir UEFA Cup dystin ímóti Molde hóskvøldið. Upprunaliga var ætlanin, at dysturin skuldi spælast kl. 19, men nú hevur KÍ biðið UEFA um loyvi til at framskunda dystin til kl. 18.45.
KÍ spælararnir hava altíð trivist sera væl á grasi. Týskvøldið var einki undantak. Teir rættuliga hungaðu sær og spældu leingi til tvey mál. Tað var akkurát so, at teir náddu Dúgvuna í Leirvík kl. 21.30. Hósdagin fara KÍ spælararnir úr Klaksvík kl. 16.15. Teir halda, at tað er best at vera í heimliga umhvørvinum so leingi, sum tað ber til.
Allir spælararnir eru tøkir. Enn er ikki greitt, um nakrar broytingar vera á liðnum, tá ið sammett verður við liðið, sum spældi í regninum í Molde fyri tveimum vikum síðani.
Molde liðið kom til Føroya týsdagin. Seinni týsdagin vandu teir á Tórsvølli. Mikudagin skulu teir venja á Svangaskarði.
KÍ spælararnir siga, at vøllurin á Toftum er í sera góðum standi. Tað verður roknað við, at ikki so fáir norðoyingar fara út á Toftir. KÍ hevur fleiri ferðir áður staðið seg væl í Europa Cup á Svangaskarði. Aftaná hava tey verið fleiri, sum hava iðrað seg um, at tey ikki vóru til staðar. Um vit døma út frá fyrra dystinum, so er ikki óhugsandi, at KÍ í kvøld kann vera við til at mynda ein spennandi dyst.




