Norðlýsið var á flogi við tyrlu í gjár, og tá varnaðust vit olju á sjónum á Pollinum, skamt frá aliringunum.
Hetta sá alt annað enn hugnaligt út. Stórir oljublettir vóru at síggja. Vit spurdu Finn Hansen frá Sløkkiliðnum í Klaksvík, sum plagar at vera ein partur av upptøkuliðnum, tá slíkt hendir. Finn sigur, at teir ongar meldingar hava fingið um oljublettin, og at tað í heila tikið sjálvdan kemur fyri at teir fáa nakrar meldingar um oljuútlát í heila tikið, segði hann at enda í samrøðuni.
Ein orsøk til tað, sum Finn Hansen nevnir omanfyri kann vera nýttja bótskipanin, i er ásett við lóg. Niðanfyri sæst, at um tú boðar frá, at tú hevur mist olju á sjógv, so fært tú eina bót sum svíður.
Tað er ikki óhugsandi, at menn, i staðin fyri at siga frá at teir hava mist olju á sjógv, dylja tað sum mansmorð, tí sum sæst, bara oljan úr einum 10 litrar dunki gevur 5000 krónur í bót. Spurningurin er so um lógarsmiðirnir ikki hava skotið seg sjálvan í beinið við hesi lóggávuni.
Bót fyri oljudálking verður givin eftir, hvussu nógvir litrar eru farnir á sjógv.
Á myndunum kann avlesast hvussu bótin er, treytað av hvussu nógvir litrar eru farnir á sjógv.
Dømi:
10 litrar gera 5.000 kr í bót
50 litrar vera 25.000 –
500 litrar geva 150.000 –
1.000 litrar geva 250.000 –
5.000 litrar geva 1,05 mió. –




