Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oljudálking á Vánni

John William Joensen

Umleið kl. 10 í kvøld fekk Klaksvíkar Sløkkilið boð um ein oljublett innast á Vánni

Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, sigur við Norðlýsið at tað er talan um fitta nøgd av diselolju, sum liggur á sjónum millum Føroya Bjór og seglvirkið.
– Vit hava lagt flótisperring út, men enn duga vit ikki at siga hvaðani oljan stavar.

Hvussu nógv olja er á sjónum er ilt at siga men tað er ramur disel luktur frá Fornagørðum og út móti Klaksvíkini.