Oljufelagið Magn arbeiðir í løtuni við eini ætlan um at økja um oljugoymsluna í Søldarfirði. Ætlanin er at byggja tríggjar tangar, ið samanlagt skulu rúma 15,4 mió. litrar av olju.
“Tilfarið er klár at bjóða út, og vit miðja ímóti at taka endaliga støðu í mars,” sigur Hendrik Egholm, stjóri í Magni.
Gevur fleiri møguleikar
Verandi oljugoymsla er somikið avmarkað, at tað skerjir møguleikarnar hjá oljufelagnum.
“Við eini størri goymslu kunnu vit brúka størri skip og tað gevur okkum eisini møguleika at sigla longur burtur eftir oljuni,” sigður Hendirk Egholm. “Eisini gevur hetta møguleikar at selja meira til størri skip,” sigur hann.
Í seinasta enda metir stjórin, at ein størri oljugoymsla er góð fyri kappingina.
Mett verður at umleið eitt ár fer at ganga, frá tí at endalig støða verður tikin, til tangarnir verða klárir at taka í nýtslu.




