Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll børn í Føroyum sama fíggjarliga trygdarnet

Eyðgunn Samuelsen

Tað elvdi til kjak um ymisk etisk viðurskifti, nú undirritaða hevur lagt uppskot fram á løgting um at geva øllum børnum í Føroyum, ið bert hava ein forsyrgjara, rætt til barnagjald. Eisini teimum børnum, ið eru ættleidd av støkum og teimum børnum, hvørs foreldur hava fingið barnið við ísáðing.

Tað er neyðugt at vit kjakast um etikk. Etikkur snýr seg ikki bara um hvussu fólk liva, men sanniliga eisini um, hvussu vit fara við børnunum, sum eru okkara dýrastu ogn. Tað er ein etiskur spurningur, um vit ynskja at øll børn í Føroyum skulu hava góð kor, eisini tey ið ikki kenna sítt upphav.

Barnarættindasáttmálin

Bárður Kass Nielsen løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri rør í grein í miðlunum framundir, at landið brýtur barnarættindasáttmálan við at lata børnum, ið ikki kenna sítt upphav, barnapening frá tí almenna.

Hann førir fram, at greinarnar 7 og 8 í nevnda sáttmála áseta, at øll børn hava rætt at vita, hvørji teirra foreldur eru. Tað er rætt, at hetta er meginreglan, men sáttmálin sigur eisini, at hesin rættur er galdandi “har ið tað er møguligt”.

Vit vita øll, at hjá nógvum børnum er tíverri ikki møguligt at kenna sítt upphav. Orsøkirnar kunnu vera nógvar, eitt nú neyðtøka og kynsligur ágangur.

So kunnu vit spyrja: Skal samfelagið geva hesum børnum eina eyka revsing, tí tey ikki kenna sítt upphav?

Rætturin at kenna sítt upphav eigur at styrkjast

Vit eiga sum myndugleiki at gera alt, vit kunnu, til tess at styrkja um rættin hjá øllum børnum at kenna sítt upphav, um hetta á nakran hátt er gjørligt. Kjakast verður nógv um hetta í okkara grannalondum, serliga í sambandi við ísáðing, har sáðgevin er ókendur. Hesi viðurskifti eru lóggáva, ið liggur undir familjurættinum. Vit fara í 2018 at yvirtaka familjurættin og tá hava vit møguleika at styrkja um hesi rættindi hjá børnum og tað vil samgongan gera.

Tað er ikki møguligt at styrkja henda rættin við fyriliggjandi uppskoti. Hetta uppskotið ger tað møguligt at burturbeina mismun millum børn við einum uppihaldara og tað er hetta, og onki annað, ið vit skjóta upp.

Eksperimentera ella diskriminera

Bárður Kass Nielsen leggur undirritaðu undir at eksperimentera við familjuformum, heldur enn at styrkja kjarnufamiljuna. Eg má spyrja, hvørjari øld, løgtingsmaðurin livur í. Veruleikin er nevniliga tann, at vit liva í einum samfelag, har ið tað sambært manntali frá 2011 eru óteljandi familjuformar í Føroyum. Skulu vit látast ikki at síggja henda veruleika og harvið diskriminera tey børn, ið ikki liva í eini kjarnufamilju? Tí tað verður úrslitið av slíkum hugsunarhátti.

Samgongan vil framhaldandi styrkja og hevur longu nú styrkt viðurskiftini hjá øllum smábarnafamiljum. Vit hava júst samtykt at hækka barnafrádráttin úr 6.500 krónum upp í 9.200 krónur fyri hvørt barn undir skúlaaldur. Vit hava sett familjuískoyti í verk, har fyrsta barnið hjá pørum fær 22.000 krónur, meðan tað hjá tí staka fær 15.000 krónur árliga. Vit hava lækkað skattin hjá lág- og miðalinntøkum.

Vit fara framhaldandi at arbeiða fyri, at tað skal vera gott hjá øllum børnum at vaksa upp í Føroyum. Uttan mun til, hvørji børnini eru ella hvør er upphav teirra.


Eyðgunn Samuelsen
landsstýriskvinna í almannamálum