Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll hava rætt til eitt trygt og gott heim

Rigmor Dam

Málið við okkara politikki er veruligt lívsfrælsi til øll, og tað merkir, at fólk mugu kunna finna og velja sær ein bústað, sum hóskar til teirra tørv.

Eitt trygt og gott heim eigur at vera ein rættur í framkomna vælferðarsamfelagnum.

Vit eiga ikki at góðtaka, at mong mugu liva ófræls inni hjá øðrum, tí tey finna ongan hóskandi bústað. Tað er ikki frælsi, men bundinskapur.

Vit hava ovurstóran tørv á einum miðvísum bústaðarpolitikki, har eigarar og leigarar verða meira javnstillaðir, og prísur og útboð verða somikið fjølbroytt, at øll kunnu skapa sær eitt trygd og gott heim.

Føroyska bústaðarmentanin er alt ov siðbundin: Tú skalt kunna ganga runt um tíni egnu hús, sum forrestin skulu vera niðurgoldin áðrenn pensjónsaldur.

Men øll hava ikki hug ella møguleika at seta búgv á verandi avmarkaða marknaði. Summi, tí tey ikki ynskja at verða trælir hjá bankanum restina av lívinum, og heldur vilja brúka lívsskeiðið til annað enn at rinda býli niður. Ella tað er at sosialum ella heilsuligum orsøkum. Og hesi skulu hava eitt veruligt og trygt alternativ.

Bústaðir er nú farið undir tað gylta og hart tiltrongda mál at byggja leigubústaðir til fólkið. Men framvegis er leigukostnaðurin somikið høgur, at tá ið avtornar hava tey sum trongja mest ikki ráð at leiga frá Bústøðum, og eisini er tørvur á fleiri íbúðum enn ætlanin er at byggja, serliga í Suðurstreymoy. Her mugu politisk tiltøk til, antin við lógarbroytingum og/ella við peningaligum stuðli. Og tað hastar!

Eisini tá ið umræður býli til fólk við menningartarni eru vit afturúrsigld, ikki minst her í høvuðsstaðarøkinum, her eftirspurningurin í mong ár hevur verið nógv størstur. Her er ikki ein kvistur bygdur her síðan staturin bygdi Eirargarð síðst í 80’unum.

Hóast vit kunnu fegnast um, at bústaðir eru bygdir kring landið, so er harmiligt, at omanfyri 80 fólk við serligum tørvi standa á bíðilista til býli í Suðurstreymoy.

So jú, vit hava alstóran tørv á einum nútímans og fjølbroyttum bústaðarpolitikki, har vit taka hædd fyri, at fólk eru ymisk og hava ymisk ynski, alt eftir lívsumstøðunum.

Soleiðis skapa vit veruligt lívsfrælsi fyri fólk í Føroyum.

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin