Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øll segl vórðu sett fyri at koppa landsstýrismannin

John William Joensen

Í seinastu viku varð Kári P. Højgaard, koyrdur frá sum landsstýrismaður í Innlendismálum. Sjálvur sigur Kári at hann skilir væl at Løgmaður valdi at gera hetta, tí øsingin um ein persón var so stór – sjálvur vil hann ikki siga at øsingin var tilætlað, men hann staðfestir at lýsingin í fjølmiðlunum var sera einoygd

Í seinastu viku varð Kári P. Højgaard, koyrdur frá sum landsstýrismaður í Innlendismálum. Sjálvur sigur Kári at hann skilir væl at Løgmaður valdi at gera hetta tá øsingin um ein persón var so stór – sjálvur vil hann ikki siga at øsingin var tilætlað, men hann staðfestir at lýsingin í fjølmiðlunum var sera einoygd

Á facebook síðuni hjá Kára P. Højgaard eru í morgun myndir sum landsstýrismaðurin sjálvur hevur tikið í Innlendismálaráðnum, meðan hann takkar starvsfólkum fyri gott samstarv.

Seinrapartin í dag ferð flokksleiðslan í Sjálvstýrisflokkinum í Bátafelagnum á Glyvrum, at hittast til fundar at taka avgerð um hvørt Sjálvstýrisflokkurin framhaldandi skal verða partur av samgonguni.

Málið um Skálafjarðartunnilin hevur fylgt nógv í miðlunum og sjálvur heldur landsstýrismaðurin at viðgerin hevur verið út av lagið einsíðu.

– Eg má bara staðfesta at tann lýsing sum miðlarnir hava havt av tí uppskotinum sum eg havi arbeitt við í samband við Skálafjarðatunnilin, hevur verið lýst frá einum sera negativum sjónarhorni. Kringvarpið og hinir miðlarnir hava brúkt eina kolosala orku uppá fólk, sum eru komin við gitingum og illgitingum har tað aftur og aftur hevur verið fokusera uppá at útlendingar skuldu fara avstað við so og so nógvum milliardum. Tað sama hevur verið í flest øðrum miðlum og í sosialu miðlunum hava fólk sum hava havt eitt hvørt positivt at siga um verkætlanina verið niður sablaði av fjøld av negativum viðmerkingum. Øsingin hevur ikki kent sær nøkur mørk -ð enntá hevur man skipað mótmæli í fleiri londum.

Andstøðu uppskotini als ikki viðgjørd

– Eg kann bara staðfesta at samstundis sum henda ógvusliga øsingin hevur verið, hava allir flokkar sagt seg verða fyri at byggja Skálafjarðartunnilin, og bráddliga vóru heili seks uppskot borin niðan í tingið. Aksel og Bjørt úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi hava staði saman um eitt uppskot og tað kom til skarpskeringar í Javnaðarflokkinum tá Gerhard Lognberg segði seg fara at atkvøða fyri mínum uppskoti. Hann var hóttur við einum og øðrum, samstundis sum formaðurin í Tjóðveldi sjálvur sendi Rættarnevndini eitt alternativt uppskot.

– Hóast mongu uppskotini so hava somu miðlar onga viðgerð havt av hesum uppskotum, hóast tey m.a. binda landskassan fyri tvær til tríggjar milliardir at byggja tveir undirsjóartunnlar.

Vónar eina loysn.

Kári P. Højgaard sigur at nú verða allar kanónirnar vendar móti løgmanni sum hevur eina viku at finna eina loysn.

– Tað sum eingin tosar um er at tá vit arbeiddu við Skálafjarðartunnlinum vildi eingin uttan Dansk Pensjón verða við til at fíggja tunnilin – men av óguslig og einoygdu øsingar herferðini var endin at samgongulimir fingu kaldar føtur og so steðgaði alt upp.

– Eg trúgvi at tað at eg eri koyrdur úr starvið – kann kanska verða tað besta fyri málið, tí nú liggur tað á herðunum hjá Løgmanni at finna eina loysn – og tað havi eg allar vónir til at hann ferð at gera. Eg farið framvegis at arbeiða fyri eini loysn tí málið er ov týdningarmikið at gerast eitt persónsmál – og so er bara at vóna at øll tey sum hava sagt seg verða fyri einum Skálafjarðartunnli nú veruliga standa við síni orð.


Kári sigur at tað er ótrúligt at síggja hvussu stemningurin nú er vendur – tí nú streyma góð ynski inn til hann allastaðni frá og øll siga seg stuðla Skálafarðartunnlinum.

Harleywoodpaint